Søgan um Merle Haggard (1:9)
Mikudagin 4. juni byrjar nýggj sendirøð í KvF í 9 pørtum, sum Oddbjørn Vágslíð hevur lagt til rættis. Hesaferð um coyntryhetjuna Merle Haggard.
So er senior country toymið aftur á triðja sinni við einari minnis sendirøð í Kringvarpi Føroya um lív og lagnu hjá einum countrysangara, sum er farin foldum frá.
Hesaferð verður farið út um bøgarðarnar í Nashville og leitað verður heilt yvir til vestursíðu á USA, til lítlu bygdina Oildal, sum í dag er samanvaksin við stórbýðin Bakerfield í California.
Har Merle Ronald Haggard er føddur og uppvaksin, til hann í 1978 flytir til Lake Shasta og seinni til Palo Cedero í norður California.
Í countryhøpi er Merle Haggard ein av teimun heilt stóru, bæði sum sangari og yrkjari og ger hann nógvar yrkingar út frá sínum egnu upplivingun í lívinum.
Sjálvt um hann hevur lítla skúlagongd og onga útbúgving, so endar hann á toppinum innan tað, sum vit nevna country sjangruna. Við sínum óvanligu gávum at gera sangir burtur úr einum orði ella einum setningi, sum hann hoyrir.
Í hesum fysta parti av minnissending um Merle Haggard, hoyra vit um tá ið foreldrini flyta úr Oklahoma til California. Vit hoyra um, at Merle missir pápan, sum 9 ára gamal, tá hann doyr av einari heilabløðing. Til Merle er 14 ára gamal í 1951 og fer úr barnaskúla.
Sendingin verður send kl. 15:05.
Oddbjørn Vágslíð hevur skrivað handrit og valt tónleik. Djóni Andreasen lesur, og Erik Biskopstø hevur tikið upp