Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: ki.fo

Børge Petersen er givin í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.06.2025 - 11:47 Ítrottur Tíðindi

Og tað ljóðar fyri vist, hvar hann fer at spæla framyvir.

Fyrrverandi U21-landsliðsleikarin, Børge Petersen, hevur spælt sín síðsta dyst fyri KÍ á hesum sinni. Tað hava vit fingið upplýst frá góðum keldum.

Børge hevur ongan minutt spælt á besta liðnum í ár, og hann hevur heldur ongan dyst verið í dystarhópinum. Á næstbesta liðnum hevur hann sambært FaroeSoccer spælt seks dystir. Síðstu tíðina hevur hann ikki verið at sæð til venjingar hjá KÍ, og tað hevur sett ferð á søgurnar um, at hann ikki heldur fram í KÍ.

Børge gongur í skúla í Havn, og tað ljóðar nú, at 23 ára gamli miðverjin fer at spæla við einum havnaliði framyvir. Sambært okkara upplýsingum væntast Børge at fara at venja við B36 í hesi vikuni, og tað er sum oftast eitt tekin um samstarv framyvir. Tað hevur eisini ljóðað, at NSÍ hevur víst stóran áhuga at fáa Børga í sín hóp.

Børge Petersen hevði helst sítt besta kappingarár í 2023, tá hann í fleiri av altjóða dystunum spældi ein stóran leiklut í nøkrum av størstu úrslitunum í søguni hjá KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gilli gevur KÍ fleiri møguleikar
Planlegging ikki sterka síðan
KÍ samráðist við TB
Arbeiðið upp á nýggju rampuna á Syðra…
Meir er at fáa – men sjófeingis­lógin for…
Tvær nýggjar ferjur til Norð­oyggjar
Søgan um Merle Haggard (1:9)
Kristel Lisberg á OY Voxbotn
Svend Erik Saxov vitjar Norðlýsið
FØROYAR á heimavølli komandi vikuskifti
G! dagsskráin klár
Undanførsla eftir undanførslu í fráboðan…
Partrolarar­nir hava rokfiskiskap
Seks eldri og gomul fiskiskip “á gravarb…
Garðaskøruvika 2-8 juni
Ikki sørt skelkandi!
Norðoya Fornminns­savn hevur aðalfund
Nýggjur KÍ sangur - Blá sum havið
Stór granskingarverkætlan um fiskiskap…
Tobias Rahim kemur til Føroya