Lýsing
Lýsing
Havnarbáturin vann á norðoyastevnu
Í sera harðari kapping millum Havnarbátin og Klaksvíking var Havnarbáturin frammanfyri á mállinjuni og tryggjaði sær ein sigur fyri fyrstu ferð síðani 2008.
Klaksvíkingur byrjaði betri og hevði leiðsluna stóran part av teininum. Men Havnarbáturin fylgdi við og sum fráleið styttist munurin. Í endaspurtinum var Havnarbáturin frammanfyri og vann ein søguligan sigur, tí vit skulu sum sklst aftur til 2008 fyri at finna seinast, tá Havnarbáturin vann. Norðingur megnaði ikki ordiliga at taka kappingina upp við hinar báðar í dag, men fer helst at koma afturíaftur í eini kapping, sum væntast at blíva sera spennandi í ár. Hetta var í øllum førum ein frálík byrjan uppá kappingina hjá 10-mannaførum.
Seinastu tíðindini