Veðrið í vikuni
Veðrið fer at vera umleypandi í vikuni, sum stendur fyri framman. Eitt lágtrýst fer at ganga beint á okkum, um tað kann gott vera, at tað fer at vera trupult at fáa forsagnirnar bert stutta tíð fram at halda.
Í júst farna vikuskifti fekst næstan eingin forsøgn at halda bert eitt samdøgur fram. Ikki óvanligt, tá ið lágtrýst koma beint á Føroyar.
Men hetta er so tað, sum telda okkara hevur roknað seg fram til næstu 5 dagarnar.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður sunnan. Um dagin er samdrigið og regn. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið kemur hann av útnyrðingi og veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin:
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s., skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum kanska sólglottar. Hitin 6 til 11 stig.
Hósdagin:
Frískur vindur upp í strúk vestan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkandi vindur. Hitin 5 til 9 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður av útsynningi. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Allan samdøgrið hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.