Klaksvíkingur fer eftir 5. føroyameistaraheitinum á rað
(Úr Norðlýsinum) Fimm broytingar eru hjá 10-mannafarinum Klaksvíkingi, sum hevur vunnið fýra FM á rað.
Klaksvíkingur hevur tilsamans vunnið FM 11 ferðir, og tað er tað næstmesta hjá 10-mannaførum. Bara Havnarbáturin hevur vunnið fleiri, tvey FM fleiri. Klaksvíkingur hevur vunnið fimm FM á rað, og tað er bara Havnarbáturin frá 1973-1979(7), sum hevur megnað tað áður.
Bulurin er tann sami
Ein sum hevur verið við øll hesi fýra síðstu árini er Hermann Samuelsen, sum fleiri nú kanska eisini kenna sum býráðslim í Klaksvíkar kommunu. Hann sigur, at fimm broytingar eru, men tað eru royndir rógvar sum koma við ístaðin.
- Bulurin á manningini er tann sami sum undanfarnu ár, men tað eru fimm broytingar. Av teimum nýggju eru róðurskvinna og tveir rógvarar komnir frá 10-mannafarinum Nólsoyar Páll í fjør. Ein er komin frá 6-mannafarinum Páll Fanga í fjør, og so er ein skálamaður, sum fyrr hevur róð við m.a. Eysturoyingi og Heiðabátinum. Sambandið við hann er komið, tí at konan hjá honumn hevur stýrt hjá okkum fyri nøkrum árum síðani. Gjøgnum kappingina verða onkrar broytingar. Tveir koma at rógva fýra róðrar í part, og so verður tað ein, sum kemur at missa eina stevnu. Men hatta hava vit roynt næstan øll árini, so tað er ikki nakað nýtt, sigur Hermann Samuelsen við Norðlýsið.
Teir eldru eru ikki við
Tá Klaksvíkingur byrjaði við hesum bulinum í 2021, so høvdu teir nakrar eldri rógvarar við, sum vóru við at vinna árini fram til 2015. Hvørt ár hava onkrir av teimum verið við, men á fyrsta sinni verður eingin av hesum við í 2025.
- Hetta er fyrstu ferð at eingin av teimumn ’’eldru’’ eru við. Tá vit byrjaðu í 10-mannaførum so var tað týdningarmikið at hava teir við, tí teir høvdu royndirnar, sum komu okkum til góðar. Men nú hava vit eftirhondini nógvar royndir við 10-mannaførum, tí teir seks rógvararnir sum eru eftir frá í fjør, hava verið við øll fýra árini við Klaksvíkingi, sigur Hermann.
Jógvan Højgaard, Brandur Kjølbro og/ella Magnus Norðberg hava øll árini skipað venjingarnar hjá Klaksvíkingi. Í ár er tað Jógvan Højgaard, sum er venjari hjá Klaksvíkingi.
Eru motiveraðir
Vit spyrja, hvussu tað er at motivera seg til at fara at royna at vinna fyri fimtu ferð á rað.
- Vit venja tað sama sum undanfarnu ár. Uppundir norðoyastevnu er tað seks ferðir um vikuna. Vit hava vunnið fýra ár á rað, so vit arbeiða tilvitað við at varðveita motivatiónina. Mann má hugsa sum at mann byrjar av nýggjum móti nýggjum avbjóðarum hvørt ár. At tað eru nakrar broytingar umborð hjálpir kanska eisini, tí tá koma nýggir svangir mans umborð. At vit taptu tvær teir síðstu stevnurnar í fjør kann eisini hjálpa. Nú taptu vit á ólavsøku í fjør, og tá er leingi til næstu stevnu, so vit ætla at reisa okkum.
- Tað er keðiligt, at eiðismenninir ikki komu við. Tí tað hevði gjørt, at føroyameistararnir í 6-mannaførum, 8-mannaførum og 10-mannaførum høvdu kappast saman við ólavsøkuvinnarunum í 10-mannaførum. Men nú eru tríggir av hasum fýra við, og tað verður heilt vist sera høgt stig hjá øllum manningunum.
- Vit eru føroyameistarar, so vit eru kanska lítil favorittur. Men tað er ein lítil favorittleiklutur, tí Norðingur vann á okkum tvær tær síðstu stevnurnar í fjør, so teir kunnu næstan tað sama verða favorittar sum vit. Men kanska eru vit heilt lítlir favorittar, sigur Hermann.
Norðoyastevnuróðurin er týdningarmikil
Norðoyastevnuróðurin er tann fyrsti av sjey FM-stevnum, men hann hevur sera stóran týdning fyri Klaksvíking.
- Tað er fyrsta stevna, og tað er á heimasjógvi. Tað er har, at grundarlagið fyri árinum verður lagt. Vinnur mann á norðoyastevnu, so eru tað hinir, sum skulu elta, og tá leggur tað trýst á, tí vinnur sami bátur so aftur aðru stevnu, so er longu stór mótbrekka hjá hinum. So tað er ein sera týdningarmikil róður at vinna, tí tað er fyrsti róður, tað er á heimasjógvi, og tað gevur nakað til næstu stevnurnar.
- Har er kanska ein munur á okkum og so teimum, sum mannaðu Klaksvíking áðrenn okkum. Teir vandu ofta lítið saman uppundir norðoyastevnu, men blivu so betri og betri út á árið. Tí taptu teir ofta á norðoyastevnu. Hjá okkum er tað næstan øvugt, har vit hava vunnið trý ár av fýra árum á norðoyastevnu. Vit leggja altíð dent á, at verða sera væl fyri til norðoyastevnu, sigur Hermann Samuelsen at enda við Norðlýsið.