Vælkomin til kappróður á Norðoyastevnu
(Úr Norðlýsinum) Fyri næstan 90 árum síðani - í 1936 - var fyrsta Norðoyastevna hildin í Klaksvík. Kappróður var á vágni, KÍ spældi uppi við Djúpumýru og dansur var í bygdini. Í so máta er einki broytt. Vit hittast enn til gaman og álvara, og tíbetur duga vit enn at sleppa gerandisdegnum eina løtu og koma hvørjum øðrum við.
Og tað er júst tað vit gera leygardagin á Norðoyastevnu. Tá bjóðar Klaksvíkar Róðrarfelag øllum til ársins fyrstu FM-kapping í kappróðri 2025. Norðoyastevnuróðurin er ein av 7 róðrum, har fleiri enn 1000 børn og ung úr øllum Føroyum kappast í tjóðarítrótti okkara. Fyrsta skotið verður latið av kl. 13.30 og hildið verður á til kl. 17.30, tá ið forkvinnan í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs handar heiðursmerki til vinnandi manningarnar.
Vegna Klaksvíkar Róðrarfelag vil eg bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomnum á vestaru bryggu. Atgongumerki á 100,- kunnu keypast á atgongumerki.fo og við inngongdirnar.
Vegna Klakvíkar Róðrarfelag
Sonja Kjølbro, forkvinna