Jóannes Bjartalíð áveg til KÍ?
KÍ fer at fáa meira tilgongd í summar og ein gamal kenningur í felagnum er nú settur ísamband við felagið.
Tá KÍ kunngjørdi Daniel Johansen, ið væntast tøkur til dystir síðst í juni, í gjár boðaði KÍ-venjarin Magnus Powell meir ella minni frá, at KÍ fær meira styrk í summar. Spurdur, um hetta er seinasta keypið í ár, so segði Magnus Powell avgjørdur:
- Tað er tað heilt sikkurt ikki. Ella tað vóni eg ikki. Vit skulu styrkja enn meiri um liðið, skrivaði KÍ-heimasíðan.
Keldur hjá Norðlýsinum vita, at ein leikari, sum Magnus helst hugsar um er klaksvíkingurin Jóannes Bjartalíð, sum nú fer inní sínar síðstu mánaðir sum Fredrikstad-leikari, har sáttmálin gongur út eftir hetta kappingarárið. Jóannes byrjaði sum eitt ódnarveður í Fredrikstad og var valdur til ársins leikara, tá liðið flutti upp í bestu deildina í 2023. Í 2024 var hann nógv skaddur, men fekk nakrar dystir móti endanum av kappingarárinum og spældi m.a. steypafinaluna, sum Fredrikstad vann eftir brotssparkskapping móti Molde. Skaðarnir vildu tó ikki sleppa Jóannes, sum ongan dyst hevur spælt í 2025 og sum ikki væntast at spæla komandi vikurnar.
28 ára gamli miðvallarleikarin kann tí verða eitt gott boð uppá ein komandi KÍ-leikara, um hann velur at skifta felag áðrenn tíð eftir so drúgva tíð við skaðum. KÍ hevur í svenska Lucas Lund ein vøddaviðgera, sum hevur víst seg at fingið tamarhald á fleiri leikarum, ið annars hava drigist nógv við skaðar og slíkt kann eisini spæla inn, tá tað snýr seg um at koma fyri seg eftir skaðar.
Ein annar leikari, sum í leysasøgum javnan verður settur ísamband við KÍ, er 32 ára gamli Gilli R. Sørensen, sum fyrr í ár segði liðskiparabandið frá sær í TB og sum í portal.fo var settur ísamband við íslendskan fótbólt. Hann hevur sáttmála við TB í fleiri ár afturat, so har skulu samráðingar til, um so er. Gilli hevur aldurin ímóti sær, tí KÍ hevur frammanundan nógvar leikarar, sum hava rundað 30 ár og so eru ikki góð útlit fyri regluligari spælitíð, um KI varðveitir allar leikarar, sum oftast hava spælt frá byrjan higartil í ár. Tískil er tað eitt keyp, sum á pappírinum ikki passar eins væl inn sum Daniel Johansen og møguliga Jóannes Bjartalíð, sum er ein skapandi leikari og skapandi leikara hevur KÍ í summum dystum manglað bæði í ár og undanfarnu ár.