Lýsing
Lýsing

Svein Rógvi er fleirfaldaður FM vinnari við Klaksvíkingi. Her fegnast hann um enn ein sigur. Dagsins gestur sæst eisini fegnast á myndini
Norðlýsið fer undir beinleiðis kappróðrarsending við Svein Rógva Ljósstein sum verti
Fyrsta sending verður fríggjadagin 30. mai kl. 15-16 har Magnus Norðberg vitjar. Ringt verður eisini út til heimildarfólk. Serligur dentur verður lagdur á 8. mannaførini og 10. Mannaførini
Ætlanin er at senda í summar í samband við FM stevnurnar fram til Ólavsøkuróðurin.
Svein Rógvi sigur, at hann fer serliga at hugsavna seg um 1. deild og 2. deild í kappróðri og sipar tá til 10. mannaførini og 8. mannaførini.
Sendingin hoyrist á FM 98,7 í Klaksvík og við at trýsta á "LIVE" breddaknøttin her omanfyri á nordlysid.fo. Sendingarnar verða síðani lagdar út á heimasíðuna aftaná, so fólk kunnu hoyra tær eftir tørvi.
Seinastu tíðindini