Lýsing
Lýsing
Lýsing
Signhild V. Johannesen, Sylvia Thomsen, Myldrid á Lógv, Anfinn í Toft, Karl H. Johansen, borgarstjórin, og Helena K. Sundsskarð | Mynd: Dávur Winther

Býráðið vitjaði Norðoya Fornminnasavn

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.05.2025 - 18:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tey hava í eina tíð arbeitt við at menna framsýningarøkið á Norðoya Fornminnasavn.

Inni í Spaniastuvu eru skipaðir størri og smærri klivar, sum umboða eina roykstovu, glasstovu, fjós og so ein við post-søguni. Eisini stendur ein tristur, sum Jákup bónda hevur smíðað, inni her.

Tað er Edward Fuglø, sum hevur lagt framsýningarhølið til rættis, saman við Andras Sólstein, savnsvørði og Helenu K. Sundsskarð, forkvinna í sjálvsognarstovninum Norðoya Fornminnasavn - Ein søgulig bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum.

Málið varð at verða liðug til Norðoyastevnu og at hava dyrnar opnar á Norðoyastevnu so fólk kunnu síggja nýggju snotiligu og spennandi umstøðurnar á Fornminnasavninum.

Tá ið hetta nú eydnaðist, varð býráðið boðið á gátt í dag at síggja framsýningina og hoyra frágreiðingar um hana.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen møtti fystur upp og við honum á baki, Signhild V. Johannesen, Anfinn í Toft, Sylvia Thomsen, og Myldrid á Lógv. Tey vóru øll sannførd um at hetta var ein hugtakandi framsýning, sum lyftið savnið munandi.

Boðin var ein kaffimunnur við bestu køkum, sum rættiliga fekk prátið á glið, og høvdu tey øll nógv uppá hjarta, hvør í sínum lagi.

Helenu K. Sundsskarð, segði m.a. í stuttari vælkomurøðu: Ein býur við so sterkum samleika og søguligum týdningi eigur at hava eitt stað, har søgan verður varðveitt og miðlað. Eitt savn er ikki bara fortíð. Tað er eisini samtíð og framtíð - eins og tað er eitt lærustað, mentanarvøllur og ein inspiratiónskelda.

Í Miðstovuni er eisini ein framsýning, tey kalla “Sildarok”, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík. 

Á Norðoyastevnu er savnið opið:
Fríggjadagin kl. 11.00 – 15.00
Leygardagin kl. 10.00 – 14.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóanes Nielsen listaframsýning á Norðyas…
Klaksvík­ingur fer eftir 5. føroyameistar…
Í ár skal tað verða hjá Norðingi
Jóannes Bjartalíð áveg til KÍ?
Árnfirð­ingur er við í ár
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2025
So føgur í Føroyum er summarsins tíð
Vælkomin til kappróður á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­konsertin verður aftaná KÍ…
Vit ætla at blanda okkum í oddin
Mildrid á Lógv tikið sæti í býráðnum
KÍ spælir toppdyst á norð­oyastevnu
Norðlýsið fer undir beinleiðis kappróðr…
Fleiri bátar venja málið í Klaksvík
Fyrireikingarfundur undan Norð­oyastevnun…
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús