Lýsing
Lýsing
Norðoyastevnukonsertin verður aftaná KÍ dystin
Vit hava flutt Norðoyastevnukonsertina til kl. 21.00 leygarkvøldi. Tað er umráðandi at fólk keypa atgongumerki í kvøld, sigur Theresa T. Kreutzmann stjóri í Visit North
Norðoyastevnukonsert verður á lagrinum hjá Føroya Bjór leygarkvøldi kl. 21.00. Tað verður beint aftaná stórdystin millum KÍ og NSÍ.
Atgongumerki kunnu ikki keypast við dyrnar, men kunnu keypast á heimasíðuni hjá Visit North
Seinastu møguleiki at keypa atgongumerki er hóskvøldi 29. mai kl. 22.00.
Dyrnar lata upp kl. 20.00 og tá diskar Beinta Haraldsen.
Seinastu tíðindini