Lýsing
Lýsing
Lýsing
500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin | Mynd: Dagur.fo

Fólkaflokkurin buldrar fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2025 - 14:35 Politikkur Tíðindi

Í nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo mánadagin 26. mai, ganga allir samgonguflokkarnir aftur; Javnaðarflokkurin mest. Fólkaflokkurin hevði verið stóri sigursharrin við ikki færri enn 11 tingfólkum, um val var nú.

Tilsamans fær samgongan einans 36,6% av atkvøðunum í veljarakanningini. Javnaðarflokkurin fær 14,5% og 5 tingfólk, Tjóðveldi 14,8% og somuleiðis 5 tingfólk, meðan Framsókn fær 7,3% og 2 tingfólk. Afturgongdin er sostatt heili 6 tingfólk – Javnaðarflokkurin missir 4 og hinir báðir 1 í part.

Stóru andstøðuflokkarnir hava framgongd; her er framgongdin hjá Fólkaflokkinum tó nógv størri enn tann hjá Sambandsflokkinum. Fólkaflokkurin fær 34% av atkvøðunum og 3. hvønn tinglim, nevniliga 11. Tað eru 5 fleiri enn í dag. Sambandsflokkurin fær 22,2% og 8 tingfólk, ið er 1 meira enn í dag. Miðflokkurin gongur hinvegin aftur; hann fer úr 6,6% niður í 5,9%, men varðveitir kortini tingmannatalið upp á 2 tingfólk.

Sostatt fær sitandi samgonga 12 tingfólk og andstøðan 21 tingfólk í kanningini. Sjálvstýri, sum ikki er umboðað á tingi, fær einans 1,2% í kanningini, og er tað alt ov lítið til nakað tingfólk. Til seinasta val fekk Sjálvstýri 2,7%, ið heldur ikki var nóg mikið til at koma á ting.

Meir verður at frætta frá veljarakanningini seinni.

Kelda: Kanningin hjá Portalinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóanes Nielsen listaframsýning á Norðyas…
Klaksvík­ingur fer eftir 5. føroyameistar…
Í ár skal tað verða hjá Norðingi
Jóannes Bjartalíð áveg til KÍ?
Árnfirð­ingur er við í ár
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2025
So føgur í Føroyum er summarsins tíð
Vælkomin til kappróður á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­konsertin verður aftaná KÍ…
Vit ætla at blanda okkum í oddin
Mildrid á Lógv tikið sæti í býráðnum
KÍ spælir toppdyst á norð­oyastevnu
Norðlýsið fer undir beinleiðis kappróðr…
Fleiri bátar venja málið í Klaksvík
Fyrireikingarfundur undan Norð­oyastevnun…
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús