Lýsing
Lýsing
Mjølnir haft aðalfund
Nevndin heldur fram og ynskir at halda fast við góðu gongdina seinastu árini
Í gjár hevði Mjølnir aðalfund og kundi felagið fegnast um góðu gongdina í felagnum. Vera Larsen og Gaja í Brekkuni stóðu fyri vali og tey ynsktu at halda fram.
Sera nógvar gentur venja flogbólt og vit síggja eitt vaksandi tal av dreingjum eisini spæla flogbólt.
Umframt nevnd, leikarar og venjarar hevur felagið nógv góð hjálparfólk, sum bera Mjølnir felagið í tí dagliga. Tøkk øll somul. Tøkk til Klaksvíkar kommunu fyri góðar umstøður og allar okkara góðu stuðlar.
Kvinnurnar vunnu Bónus-steypakappingina og gjørdust nummar trý í Hotel Djúrhuus deildini.
Menninir vunnu greipuna - Bónus-steypakappingina og Polestar deildina.
Í nevndini hjá Mjølnir sita
- Bjarki Vágstún, næstformaður
- Gaja í Brekkuni, nevndarlimur
- Jóhann Lützen, formaður
- Marjun Kalsø, nevndarlimur
- Vera Larsen, skrivari
- Sirið Hanusardóttir Samson, tiltakslimur
Seinastu tíðindini