Tónlistaskúlanum tørvar hølir
Leygardagin í vikuni sum fór, hevði Klaksvíkar Tónlistaskúli eina konsert fyri foreldrum og avvarðandi í Skúlanum á Skúlatrøð.
Helga Gerðalíð, leiðari á Tónlistaskúlanum sigur, at skúlin hevur undirvíst um 220 tónleikaáhugaðum ungdómum í vetur, av 13 lærarum. Tað er eitt stórt tal, men hølisumstøðurnar hjá skúlanum eru ikki av teim bestu. Vit eru uppsøgt á Dávavirkinum og messingblásararnir hava hildið til í Skúlanum á Skúlatrøð, men hvussu verður við teimum er í løtuni óvist, tí sum skilst manglar Skúlin á Skúlatrøð hølir.
Soleiðis sær framtíðin eitt sindur ræðandi út í løtuni. Sjálv haldi eg, at kommunan átti at bygt ein tónlistaskúla tætt upp at Skúlanum á Skúlatrøð.
Á konsertkvøldinum takkaði Helga Jens Kristiani Guttesen fyri drúgva tænastu í Klaksvíkar Tónlistaskúla, nú hann hevur tikið avgerð um at gevast við undirvísingini her. Ikki er heilt greitt hvussu leingi Jens Kristian Guttesen hevur undirvíst her, men helst í umleið 30 ár.