Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið verður blátt leygardagin

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  27.05.2025 - 11:37 Ítrottur Tíðindi

Ein av størstu dystunum hetta kappingarárið verður spældur leygardagin á Norðoyastevnu, tá ið KÍ og NSÍ bresta saman. Bláa Bylgja fer at skipa fyri upphiting í Varpinum, har møguligt verður at fáa kaffi, te, kaku og sjálvandi eisini saft og sodavatn til børnini.

Farna umfar í bestu deildini hilnaðist væl fyri KÍ, har liðið vann sannførandi 0-5 á TB í vánaliga veðrinum í Suðuroy. Harafturat setti NSÍ stig til, tá ið HB knógvaðu runavíkingum á heimavølli.

Í løtuni eru 4 stig á muni millum KÍ og NSÍ, sum í løtuni kappast um ovasta plássið í deildini.

Tí verður tað eisini ein sera spennandi dystur á Norðoyastevnu, sum Bláa Bylgja ætlar at seta dám á.

- Vit hava sett okkum fyri, at verða meiri sjónlig og skapa ein stemning, sum merkist. Vit vóru við í regninum í Suðuroy, og trummaðu og róptu tað vit kundu, fyri at stuðla okkara leikarum á vøllinum.

- Dysturin leygardagin skal vinnast, og tí vilja vit eisini geva øllum KÍ-fjepparum møguleikan at møtast longu kl. 17.00 í Varpinum, har møguleiki verður at fáa okkurt gott at drekka og okkurt lítið afturvið. Tað hevði verið cool, um vit fingu málað Djúpumýru blátt í samband við dystin móti NSÍ, sum má metast at vera ein tann týdningarmikilasti dysturin higartil í ár, sigur Høgni Louisson Poulsen, formaður í Bláu Bylgju.

Tiltakið í Varpinum byrjar kl. 17.00 og dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús
Video: Hetta fær KÍ við Daniel
Daniel Johansen hevur skrivað undir við…
Vit elska KÍ
Fólka­flokku­rin buldrar fram
Okkara landslið ávegis til Silver League…
Patrik vitjar Norðlýsið
Mjølnir haft aðalfund
Býráðsskráin 28. mai 2025
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Tónlistaskúla­num tørvar hølir
Føroyingar undir Grønlandi
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis