
Føroyingar undir Grønlandi
Í 1906 fóru fyrstu veiðifør okkara til Grønlands – sluppirnar Karin og Havgásin. Í 1914 gjørdu Dauntless og Boreas teimum túrin eftir. Hvørgin royndin eggjaði monnum at halda fram. Nógvur kalvi, men lítil og eingin toskur.
(Grein úr blaðnum)
Fyrsta royndin
Napoleon Andreasen, Poli í Dali, úr Havn gekk á odda. 23. mai 1906 legði hann til brots við skipi sínum Karini. Hávgásin hjá Jákupi Dahl á Gørðunum í Vági var við á ferðini. Tummas við Kráir førdi hana. 14 mans vóru á hvørjum skipi.
Fólk hildu teir vera óðar í høvdinum at fara so langan veg einans við seglum. Havgásin hevði tríggjar bátar við, Karin fýra umframt motorfar.
Ferðin yvir tók 21 dagar. Fyrst royndu teir á Fyllabank, men har var eingin toskur. Síðani varð hildið norðureftir, men úrslitið var tað sama.
28. juni varpaðu teir upp úti fyri Jakobshavn við Diskovíkina. Bátarnir fóru at royna eftir svartkalva og fingu væl. Eftir seks døgum høvdu teir veitt upp í 180 tunnur av lakasaltaðum svartkalva. Veiðan varð skipað upp í Holsteinsborg, har ið teir høvdu støð.
Í Streymfjørðinum, nakað innarlaga, truffu teir loksins við tosk og fingu 2000 stórar fiskar. Úti á bankunum bar lítið til, hóast teir løgdu sær nær.
Seint í august gjørdu teir klárt til heimferð. Umframt toskin høvdu teir 100 tunnur av saltaðum kalva. Á leiðini suðuryvir varð roynt ymsastaðni, men um kvøldið 3. september settu teir øll segl, og 18. september vóru skipini aftur í Føroyum.
Onnur royndin
Í 1914 varð, sum nevnt, aftur lagt vestur um havið breiða. Poli í Dali var ikki við. Hann gekk burtur á Suðurlandinum í 1912 við slupp síni Oliviu.
Bróðir hansara, Jens Andreasen, Jens í Dali, skipaði fyri saman við Rasmusi Niclasen í Miðvági og Niclasi Niclasen norðuri í Stovu í Sørvági. Teir sendu tvey skip til Vesturgrønlands.
Sluppirnar vóru Boreas hjá Jensi í Dali og Dauntless hjá Rasmusi Niclasen. Marius Rein úr Havn førdi Boreas, og John Olsen úr Vestmanna Dauntless. 12 mans vóru við Boreas, 15 við Dauntless.
10. juni 1914 varð farið av Vestmanna, har ið teir dagin fyri høvdu mynstrað. Mótvindur var, og ferðin vestur á Hvarvið tók 20 dagar.
Poul Jóhannes Vestergaard av Økrum var við Boreas. Í Føroya siglingarsøgu sigur hann, at ætlanin var at fara norður í Diskovíkina at royna eftir hellufiski (svartkalva), og at skipini høvdu fulla last av tómum tunnum at salta henda fisk í.
Teir komu tó ikki longur norður enn á Stóra Hellufiskabanka, sigur hann, tí har var nógvur vanligur kalvi. Roynt varð við línu frá bátunum, tá ið viðraði, men annars stóðu menn við snøri.
Túrurin vardi í tríggjar mánaðir, og veiðan var 154 tunnur av saltaðum kalva. Tosk fingu teir ongan. Boreas kom aftur á Havnina 9. september, og Dauntless var á Vestmanna kvøldið eftir í øllum góðum.
Meðan Dauntless bert hevði seglini at líta á – eins og Karin og Havgásin – hevði Boreas motor. Eftir grønlandstúrin varð Boreas seld til Klaksvíkar, og í bókini ”Havið og vit I” sigur J. Símun Hansen eitt nú soleiðis:
”Fjórða og síðsta skipið í 1914 var sluppin Boreas. Hana keyptu Malvinus Hansen í Vátutoft og Kristoffur Ziska, keypmaður, Klaksvík. Eisini hon hevði motor, men hann var tikin úr heystið eftir, sum teir keyptu hana, tí nú fekst eingin olja.”
Triðja royndin
Í 1925 løgdu føroyingar aftur til Grønlands. Skipini vóru Vesthavet av Tvøroyri, Carlton úr Klaksvík og Knørrur úr Havn. Øll høvdu motor. Nú var øðrvísi vorðið – ørgrynni av fiski – og skipini komu øll aftur við fullari last. Vesthavet hevði saltfiskastakk á dekkinum umframt.
Carlton kom á fiskileið – Lítla Hellufiskabanka – seint á kvøldi. Hálað varð av, menn kastaðu og kendu í heintan. Men tá ið fyrstu komu við kalva, fóru teir at óttast fyri, at teimum fór at gangast sum hinum, sum áður høvdu verið í Grønlandi og bert fingið kalva.
Men so kom fyrsti toskurin á dekkið, og tá ið snørini vórðu drigin inn fyri kvøldið, lógu átta stórir toskar og tjúgu kalvar á dekkinum.
Eftir nøkrum døgum fór Carlton norður á Fyllabank, og tá tørnaði fyri við stórum toski. Ikki ein smáfiskur uppií. 30 dagar seinni var lastin full, góð 500 skippund av saltfiski, umframt 30 tunnur av lakasaltaðum kalva á dekkinum. Teir høvdu ongantíð samband við land á túrinum.
Sluppin Carlton úr Klaksvík. Í 1925 fiskaðu teir góð 500 skippund í Grønlandi og høvdu ongantíð samband við land. Mynd: Conrad Joensen.