Vónin samtakið aftur í vøkstri
Við eini søluframgongd á 24 mió.kr. í 2024, setti samtakið enn eina ferð sølumet. Samlaða sølan í samtakinum fyri 2024 var 661 mió.kr., ímt. 637 mió.kr. í 2023.
Sum áður, kemst vøksturin av øktari sølu til marknaðar uttanfyri Føroyar. Úrslitið eftir skatt fyri árið 2024 var 45 mió.kr., ímt. 46,6 mió.kr. í 2023.
Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt norðuratlantshavið.
Serliga alivinnan er ein vaksandi partur av virkseminum hjá samtakinum. Fyri 2024 var 40% av samlaðu søluni til alivinnuna, sum er ein framgongd á 42 mió.kr. Serliga søla til skotsku og kanadisku marknaðir eru vaksandi.
Í 2024 bleiv eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu í Norðskála. Í dag er hettar helst tann mest framkomna tænastustøð í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð, hevur norska felagið í samtakinum, Vónin Refa, eina líknandi tænastustøð í norður Noregi og harumframt er Vónin í gongd við at byggja eina líknandi tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu í 2025.
Fyri at tryggja framstig til fiskivinnuna, hevur Vónin í fleiri ár støðugt arbeitt við at ment trollemmar sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Og í 2024, var eitt gjøgnumbrot í hesum økinum og nú bjóðar Vónin sínum kundum í uppisjóvarflotanum trollemmar við stýring. (Leinkja til filmsbrot)
Arbeitt verður víðari við at menna líknandi loysn til botn- og rækjutrolsvinnuna.
Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum arbeiða feløgini miðvíst at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu trý árini hevur samtakið sent samlað yvir 3.000 tons av tilfari til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. eru sólpanelir og jarðhiti uppsett á 10.000 m2 stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn og hita.
Fyri 2024 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 460. Harav starvast 101 av teimum í Føroyum.
Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semi-pelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.
Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr.
Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.