Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrilestur um føroysku klæðini: Stimatroyggjan - tá allar skulu rigga væl

SKRIVAÐ: Ragnhild Ellingsgaard  |  26.05.2025 - 16:11 Mentan Tíðindi

Hóskvøldið tann 29. mai skipar Visit North fyri áhugaverdum fyrilestri við Katrinu í Geil, har evnið er føroysku konufólkaklæðini. Í fyrilestrinum verður millum annað farið aftur um klæðini og eisini í dýpdina við stimatroyggjuni, so ein hvør kvinna betri fær valt tað góða og vakra til sín.

 


Um tú ivast í litunum til føroysku klæðini, um troyggjan skal vera einlitt ella mynstrut ella í skjúrtinum, sum tú skal velja tær, so er hetta fyrilesturin til júst tín. 

Tú fær innlit í litir, mynstur, tilfar og hvussu tú kanst seta klæðini saman, so tú altíð riggar væl. Eisini fær tú betri skil á, um svart er sakin til tín, hví skjúrtið er stríput, hvør nytta er í turriklæðnum og um tað er neyðugt við smúkkum. Umframt mangt, mangt annað.

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin at finna tær vøkur føroysk klæðir. Klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi.

Tak pappír og mátiband við, so tú fært sum mest burturúr.

 

Um fyrilestrahaldaran:

Katrina í Geil er sniðgevi frá Designskolen Kolding og hevur master í design frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn við atliti til klæðir og at klæða seg. Hon hevur kannað samanhangin millum menniskja, kropp og klæðir seinastu 13 árini og arbeitt sum persónligur stílistur í 20 ár.

Seinastu 6 árini hevur hon eisini kannað føroysku klædnamentanina, harav serliga konufólkatroyggjuna.

Fyrilesturin verður í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð hóskvøldið tann 29. mei kl. 19.00 til 21.00. Kostnaðurin er 250 krónur.

Keyp atgongumerki her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús
Video: Hetta fær KÍ við Daniel
Daniel Johansen hevur skrivað undir við…
Vit elska KÍ
Fólka­flokku­rin buldrar fram
Okkara landslið ávegis til Silver League…
Patrik vitjar Norðlýsið
Mjølnir haft aðalfund
Býráðsskráin 28. mai 2025
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Tónlistaskúla­num tørvar hølir
Føroyingar undir Grønlandi
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis