Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar ábyrgdina av málsøkinum loftferðsla

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.05.2025 - 12:24 Tíðindaskriv

Ein felags yvirlýsing um stigvísa yvirtøku av málsøkinum loftferðsla er komin undir land. Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikið í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri.

 

Føroya landsstýri ætlar, at málsøkið loftferðsla verður tikið á føroyskar hendur. Loftferðsla er tøkniliga krevjandi øki, og tí hava landsstýrið og danska stjórnin avtalað, at yvirtøkan verður framd í stigum.

Við yvirtøkuni av málsøkinum loftferðsla síggja vit fram til at taka á okkum alla ábyrgdina av einum av teimum stóru málsøkjunum, sum Danmark enn umsitur. Stigvísa yvirtøkan verður framd við fyriliti fyri flogtrygd og altjóða samstarvi.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Danmark hevur ábyrgdina fyri loftferðslu í Føroyum,  men síðani 2005 hevur verið arbeitt við at flyta málsøkið á føroyskar hendur.

Vit halda, at føroyingar duga best at røkja føroysk viðurskifti, og tí hava vit arbeitt fyri at ábyrgdin fyri loftferðsluni verður flutt føroyskum myndugleikum. Við avtaluni um yvirtøku eru vit frá danskari síðu til reiðar at samstarva um yvirtøkuna av tøkniliga málsøkinum.
Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri

Til tess at yvirtaka málsøkið í stigum krevst lógarbroyting, sum samferðslumálaráðharrin ætlar at leggja fyri Fólkatingið í komandi tingsetu. Afturat hesum skal líknandi lógarbroyting gerast í Føroyum, eins og føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera eina tíðarætlan fyri stigvísu yvirtøkuni.

Afturat hesum verður settur ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum, sum fylgja við yvirtøkugongdini og tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús
Video: Hetta fær KÍ við Daniel
Daniel Johansen hevur skrivað undir við…
Vit elska KÍ
Fólka­flokku­rin buldrar fram
Okkara landslið ávegis til Silver League…
Patrik vitjar Norðlýsið
Mjølnir haft aðalfund
Býráðsskráin 28. mai 2025
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Tónlistaskúla­num tørvar hølir
Føroyingar undir Grønlandi
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis