Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður til Finnlands á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2025 - 23:33 Tíðindi

Í morgin, 26. mai, tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum, sum verður hildin í Turku í Finnlandi.

 

Millum málini, sum eru á skrá, eru spurningar um trygd, tilbúgving og kappingarføri hjá londunum um okkara leiðir. Tí ferðast umboð fyri føroyska Vinnuhúsið eisini við til Finnlands.

Serligur gestur á fundinum hesa ferð er týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz.

- Tað er tørvur á, at Norðurlond standa saman, og samstarvið okkara millum verður enn betri. Men vit kunnu ikki standa einsamøll, og tí gleðir tað meg, at týski samveldiskanslarin eisini luttekur. Føroyar ynskja at hava ein virknan leiklut. Bæði í norðurlendskum høpi og við at stuðla okkara sameindu í spurningum um trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús
Video: Hetta fær KÍ við Daniel
Daniel Johansen hevur skrivað undir við…
Vit elska KÍ
Fólka­flokku­rin buldrar fram
Okkara landslið ávegis til Silver League…
Patrik vitjar Norðlýsið
Mjølnir haft aðalfund
Býráðsskráin 28. mai 2025
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Tónlistaskúla­num tørvar hølir
Føroyingar undir Grønlandi
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis