Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gadus skrivar søgu – alt til matna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 16:25 Tíðindi Vinna

Gadus hjá JFK samtakinum í Klaksvík er fyrsta fiskifarið í føroyska skipaflotanum, sum fær løggilding, ið tryggjar, at 100% av fiskinum fer til matna.

 

Nýggir og lýggjari vindar blása í føroyskari fiskivinnu, nú tað er greitt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið Gadus – sum tað fyrsta føroyska fiskifarið nakrantíð – løggilding, ið tryggjar, at allur fongurin kann fara til matna.

Loyvið er søguligt og slóðbrótandi. Lýsi og mjøl, sum áður fór til ídnað, eru nú góðkend til matvøru úrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu blakað út, kunnu nú brúkast til fólkaføði. Hetta førir við sær stórar menningarmøguleikar og opnar somuleiðis heilt nýggjar dyr út í heim.

 

Drúgv tilgongd

Í JFK samtakinum frøast tey um, at fleiri ára miðvíst arbeiði loksins ber ávøkst.

“Hetta hevur verið eitt langt og drúgt hál, og nú eru vit sera spent upp á at fara til verka við nýggja loyvinum í skjáttuni”, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK.

"Tað er ongin loyna, at hetta er vitanartungt umráðið, ið krevur nógvan kunnleika og áhaldandi menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk í Noregi innan júst hetta økið. Fólk hjá okkum hava verið umborð á norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, og okkara manning hevur frá byrjan gjørt eitt megnar arbeiðið,  sum hevur lagt lunnar undir, at alt, sum nú kemur til høldar, kann fara til matna”, leggur Hanus Hansen aftrat.

 

Gadus skraddaraseymaður til høvið

Tá farið varð í holt við at byggja Gadus í 2019, var ein grundleggjandi ætlan, at allur fiskurin skuldi kunna fara til matna. Hetta setti serlig teknisk krøv. “Tú kanst siga, at vit hava hugsað hetta inn í okkara ætlan frá fyrsta stroki. Eitt nú eru ongir skarpir vinklar á rørunum fram til mjølverksmiðjuna. Við løggildingini kennist tað sum, at stóra íløgan, ið var gjørd, fer at bera ávøkst”, leggur stjórin á JFK aftrat. 

 

Neyðugt at endurnýggja flotan

JFK samtakið vísir í sama viðfangi á týdningin av at endurnýggja skipaflotan. Tað, sum í dag er serligt við Gadus, eigur at gerast gerandiskostur fyri føroyska flotan frameftir. Tí her er nógv at vinna. 

Í mong áratíggju hevur tað eisini verið eitt politiskt ynski, at alt skuldi í land, og at størri úrtøka kundi fáast burturúr tí, sum fingið verður til høldar. Og hetta er júst tað, sum nú er veruleiki við løggildu góðkenningini, sum Gadus hevur tryggjað sær. “Tað er mín vón, at politiski myndugleikin sær tað alneyðuga og gagnliga í, at føroyski fiskiflotin verður endurnýggjaður. Vit mugu fáa nýggj skip í flotan, sum kunnu vera við til at økja um virði á tí, vit fiska úr sjónum. Hendir tað, so vinna vit øll”, sigur Hanus Hansen.

 

Stórir møguleikar til heilsu- og heilivágsídnaðin

Durita í Grótinum, góðskuleiðari í JFK samtakinum, gleðist um møguleikarnar, ið nú standast burtur úr hesum nýggja veruleikanum. “Ja, hetta er frálíkt at hava við sær, nú vit fara til árliga sølumessu í Barcelona fyrst í mai. Fleiri dyr kunnu opnast, eitt nú til heilsu- og heilivágsídnaðin.” Júst, hvussu stór virðisøkingin kann gerast við hesi søguligu løggildingini  er tengt at fleiri táttum. Men greitt er, at tann parturin av lastini, ið áður fór til ídnað, við nýggja loyvinum kann fáa eitt munandi hægri virði.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Lýsing