Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ vann á føroyameistaranum Mjølni í steypakappingini

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  14.04.2025 - 13:08 Ítrottur Tíðindi

Hálvfinalurnar verða spældar á Giljanesi leygardagin 19. apríl, har SÍ møtir Fleyr. Hin hálvfinalan verður millum ÍF og Mjølnir

 

Bónuskappingin, bólkaspælið, menn:

SÍ – Mjølnir 3-1 (20-25, 27-25, 25-20, 26-24)

Helst leggja SÍ og Mjølnir ikki tað heilt stóra í, um tey møta ÍF ella Fleyr í hálvfinalunum, tí tey bæði (SÍ og Mjølnir) mugu metast at vera tað betur enn mótstøðuliðini, sum í øllum førum fóru at verða ÍF og Fleyr. Men spælt varð kortini, sum um alt stóð upp á spæl, og aftur hesa ferð fingu vit ein minniligan dyst við háspenningi millum vestur og norður.
Mjølnir legði best fyri og hevði fyri tað mesta tamarhald á fyrsta setti, tó at SÍ kom afturíaftur tvær ferðir og javnaði til 11-11 og 14-14, men eftir hetta dró Mjølnir frá og vann 25-20.

Í øðrum setti hevði Mjølnir tríggjar settbóltar ímóti sær, men yvirlivdi teir allar og fór framum 25-24. Tann settbóltin yvirlivdi so SÍ, sum eisini vann næstu tvey stigini og settið 27-25.

SÍ hevði greiða yvirvág í triðja setti og fór framum 20-12, men Mjølnir fekk samband aftur, tá ið munurin minkaði til 20-22. Nærri kom Mjølnir tó ikki, tí SÍ vann næstu trý stigini og settið 25-20.
Hóast SÍ var á odda 18-9 í fjórða setti, mundi tað farið fyri mutur og skutur, tí Mjølnir javnaði til 24-24, eftir at hava yvirlivað tríggjar dystarbóltar. Tað rakk tó ikki hjá Mjølni, tí SÍ vann næstu tvey stigini og settið 26-24 og dystin 3-1.
Harvið er greitt, at SÍ endar ovast í bólkinum og skal spæla ímóti nr. fýra, sum verður Fleyr.


ÍF – Ternan 3-1 (25-22, 23-25, 25-16, 25-15)

Í Fuglafirði tryggjaði ÍF sær annaðplássið í bólkinum við sigri á Ternuni, sum tó megnaði at vinna annað sett og var eisini væl við í fyrsta setti, har javnleikur var 20-20, áðrenn ÍF vann 25-23.

Sum tvey’ari møtir ÍF Mjølni, sum gjørdist nr. trý. Annað og triðja plássið snúgva seg mest um kosmetikk, tí var støðan øvut, so vóru tað framvegis ÍF og Mjølnir, sum møttust í hálvfinaluni.
Hálvfinalurnar verða spældar á Giljanesi leygardagin 19. apríl, har SÍ sum bólkavinnari møtir Fleyr. Hin hálvfinalan verður, sum nevnt, millum ÍF og Mjølnir.


Finalan verður spæld í ítróttarhøllini Inni í Dal Í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París