Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-Víkingur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.04.2025 - 07:17 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld vitja meistararnir í Klaksvík.

KÍ hevur fult stigatal undan dystinum, meðan Víkingur bara hevur tvey stig fyrstu fýra umførini. Víkingur hevur fótað sær og sendi oddaliðið NSÍ úr kappingini um løgmanssteypið fyri nøkrum døgum síðani.

Hjá KÍ kemur tað illa við, at lyklaleikarin, Árni Frederiksberg, hevur leikbann. Hann hevur ikki mist nógvar dystir síðani hann kom til KÍ í 2021. Claes Kronberg er skaddur, meðan ivamál er um Deni Pavlovic, Hall Hansson, Mads Boe Mikkelsen, Robert Williams og René S. Joensen. Bara Hallur byrjaði inni seinast av teimum og hann fór út við snuddum móti endanum. Hjá Víkingi er Bergur Gregersen skaddur, meðan Olaf Bárðarson hevur leikbann. Seinast vóru Arnbjørn Svensson og Ari Olsen uttanfyri við skaðum.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.00. Dómari verður Dagfinn Forná.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík