Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dart: Faroe Island- og Tórshavn Open á Glasi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2025 - 10:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Stóru altjóða dartkappingarnar Faroe Islands Open og Tórshavn verða  á Glasi 11. – 13. apríl

 

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og talið av luttakarum er eisini tað hægsta nakrantíð til hesar kappingarnar. Higartil hava 167 leikarar melda til, og merkisvert er, at fyri fyrstu ferð er talið av útlendskum leikarum hægri enn talið av føroyingum. Útlendsku leikararnir koma úr 9 ymiskum londum.

 

Sterk kapping

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum  og unglingum. Kappingin sunnudag, er farin eina kategori upp í “tygn” so at talan nú er um eina silvur-kapping. Hetta hevur eisini havt við sær, at betri útlendskir spælarar hava valt at koma til Føroya í ár.

Hjá monnum eru til dømis nr 1 í Íslandi, nr 1 í Svøríki, nr 2 í Týsklandi, nr 2 í Skotland, nr 5 í Onglandi og nr 2 í Hollandi við. Hjá kvinnum er eisini talan um kvalitetsluttøku. Til dømis eru nr 1 í Íslandi, nr 1 í Svøríki, nr 1 í Danmark og nr 1 í Hollandi við.

Og serliga nr 1 í Hollandi, Lerena Rietbergen, er ein spennandi leikari at hava fingið við til Føroya. Hon er í løtuni nr 3 á heimssstykilistanum og hevur seinasta hálva árið vunnið 6 altjóða kappingar, umframt at hon gjørdist nr 3 til HM í Lakeside í desember.

Og júst kvalifikatións-stigum til HM er tað, sum teir bestu útlendsku leikararnir koma eftir. Og við tað at Tórshavn Open nú er farin frá bronsu upp til silvur kategori, so tvífaldast kvalifikatións-stigini, sum eru uppá spæl.

 

Unglingar fyri fyrstu ferð

Í verður kappingin fyri unglingar fyri fyrstu ferð eisini altjóða skrásett.  Tað eru ikki so nógvir útlendskir leikarar við hjá unglinum, men hinvegin hava nógvir føroyskir unglingar meldað til. Unglinga-dart hevur verið í støðugari menning hetta seinasta árið og fleiri feløg hava lagt nógva orku í at skipað venjingarnar hjá ungdóminum betri. Og hetta gevur nú eisini úrslit, við tað at tað legst aftrat fyri hvørja kapping, sum verður hildin í Føroyum. Og tí er tað gleðiligt, at hesi ungu nú eisini fáa roynt seg í altjóða kapping.

 

Kringvarpið stroymir

Høllin á Glasi er karmur um stórsta partin av kappingunum og har verða 44 dartbanar verða settir upp. Hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum fyri at hyggja eftir dart á altjóða stigi. Fyriskipararnir gera nógv burturúr við ljósi, ljóði og stórskýggja.

Kringvarpið fer eisini at stroyma frá avgerðandi dystunum, hetta verður leygarkvøldið frá kl 19 og sunnudagin frá kl 16.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi