Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nordspråk arbeiðsfund í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2025 - 23:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinastu dagarnar hava neystini á Borðoyarvík flaggað við norðurlendskum fløggum. Tað er norðurlendska felagið Nordspråk, sum hevur havt arbeiðsfund í Føroyum, og hesaferð hava tey hildið til í Klaksvík

 

Vit hava arbeiðsfundir tvær ferðir um árið, í november í Keypmannahavn og á vári verður skift í millum norðurlond og hesaferð í Klaksvík, sigur Óluva Klettskarð við Norðlýsið

Nordspråk eru felagsskapur, ið hevur sum fremsta mál at tryggja norðurlendskum lærarum, bæði í fólkaskúla og á miðnámi, dagførda vitan um mentan og bókmentir í hinum norðurlondunum, so teir hava amboð at røkja undirvísing í norðurlendsku málunum sum grannamál ella fremmandamál. Ì meir enn 30 ár hevur Nordspråk skipað fyri skeiðum fyri lærarum og ymsum útgávum.

Í ár arbeiða vit við at fyriskipa skeiðið í Tróndheimi í summar, ráðstevnu í Keypmannahavn í November. Og longur frammi liggja ætlanir um skeið á Bornholm, í Grønlandi og í Álandi. Allir lærarar eru vælkomnir á hesi skeið, og longu nú er skeiðið í Tróndheimi fyrst í august fullteknað, upplýsir Óluva. 

Tað er umvegis Føroyamál, at Jastrid Dalbø og Óluva Klettskarð eru limir í Nordspråk, sum telja 17 fólk. Vit arbeiða saman við hinum norðurlendsku móðurmálsfeløgunum, og í løtuni verður arbeitt við at frá grønlendingar og sámar uppí.

Vit hava havt einastandandi góðar dagar í Føroyum. Gestirnir eru tiknir á bóli av føroyska blíðskapinum, náttúruni og góða matinum. Vit hava verið í Fuglafirði og gingið í náttúruni, fingið bankatosk og annan serstakan føroyskan mat í heimligum umhvørvi.

Í Klaksvík hava vit vitjað í kirkjuni, hoyrt tónar og sæð kirkjulist, sæð Varpið og hoyrt einastandandi klavertónar saman við forkvinnuni í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð og leiðaranum Annfinni Heinesen. Og á Nólsoyarpállsgarðinum fingið sjáldsomu søguna um tjóðarhetjuna Nólsoyarpáll og etið einastandandi mat frá Fríðu í serstakliga hugnaligum stovum. Allir norðurlendsku gestirnir vóru samdir um, at hesi húsini, hóast nýggj, føra okkum fleiri hundrað ár aftur í tíð við sínum dámi, og at hetta er væl eydnað bygningsverk og væl fortaldar søgur.

At fundurin var hildin í Klaksvík og eydnaðist so væl, var tí eigararnir á Borðoyavík vóru so einastandandi gestablíðir. Teir høvdu lagt nógv fyri at fáa tey fimm neystini til eina sanna uppliving fyri gestirnar, so tað bar til at hava ein fund í góðum hølum í Klaksvík -tætt at náttúruni, greiður Óluva frá. 

Tey gingu saman um at veita okkum eina framúrskarandi tænastu, og tey høvdu lagt nógv fyri at fáa norðurlendsku fløggini til vega, sum umboðaðu luttakararnar. Tá onki finskt flagg var at fáa í landinum, ja so lótu tey eitt finskt flagg seymað! 

Móðurmálið er virðismesta ogn okkara, og norðurlendsku málini eru so nær skyld, at tað er ein gáva heldur enn forðing, siga Óluva Og Jastrid, ið brúka nógva orku at arbeiða fyri hesum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð