Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: FSF

Dreymurin er at fáa trý stig í kvøld

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.03.2025 - 10:28 Ítrottur Tíðindi

KÍ-bakkurin Jóannes K. Danielsen væntast at byrja inni í kvøld kl. 19.45 í Montenegro.

FSF skrivar:

Talan verður uttan iva um ein truplan dyst, men dreymurin er at fáa 3 stig ímóti Montenegro týskvøldið, sigur Jóannes Kalsø Danielsen í samrøðu við FSF Varpið


Fyrst við bussi í góðar tveir tímar, og síðani í flogfari í hálvanannan tíma, kom A-landsliðið við monnum seinnapartin sunnudagin til Podgorica í Montenegro.

Av flogvøllin var farið á gistingarhúsið, og eftir ein lítlan steðg og ein stuttan fund, fóru spælarar og venjarar á Tusko Polje Stadion, har skipað varð fyri einari lættari venjing.

Áðrenn menn av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Kalsø Danielsen, ið væntar ein truplan dyst týskvøldið, men málið er sjálvandi at fara heim aftur við einum sigri.

– Tað er góður kvalitetur á liðnum hjá Montenegri, men dreymurin er at fáa 3 stig, sigur Jóannes Kalsø Danielsen millum annað í samrøðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival