Lýsing
Lýsing
Lýsing
Søgulig løta fyri tvey ættarlið. Hanus Hansen saman við Jógvan og Judith í Undirhúsinum í Westminster, har JFK var vertur á stórfingnaðari móttøku.

Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Undirhúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2025 - 14:27 Myndarøð Tíðindi Vinna

Løtan var bæði søgulig og hábærslig, tá JFK í Klaksvík var vertur fyri stórari móttøku í enska Undirhúsinum.

 

150 innbodnir gestir vóru til staðar, tá Sir Lindsay Hoyle, tingformaður i enska parlamentinum, trein á røðarapallin og bjóðaði vælkomin til tiltak, sum føroyska fyritøkan skipaði fyri í enska Undirhúsinum.

Hetta er helst fyrstu ferð, at eitt føroyskt tiltak burturav hevur verið hildið á hesum søguliga stað í enska parlamentsbygninginum. Umframt enska tingformannin, vóru fleiri parlamentslimir eisini til staðar, umframt rúgva av lyklafólkum innan fiski- og tænastuvinnuna.

 

Sterk bond

Jógvan Hansen, sølu og rakstrarstjóri, helt eisini røðu, har hann takkaði enska tingformanninum fyri møguleikan at vera vertur á hesum søguliga stað. Hann vísti til sterku bondini, sum vórðu knýtt millum Føroyar og Bretland undir 2. heimsbardaga, og sum eru líka sterk tann dagin í dag. JFK hevur í meira enn hundrað ár selt fisk til Onglands.

Ein filmur varð eisini vístur, sum segði søguna um, hvussu føroyingar sigldu til Bretlands við fiski undir krígnum, og hvussu hetta var við til at tryggja, at fisk & kips var ein av fáu vørunum, ið ikki vórðu skamtaðar. Sterk stóðu orðini hjá Winston Churchill; “Let us never forget the Faroe Islands whose fish helped feed us during the Atlantic blockings and at such great sacrifice.

 

Føroysk góðska

Umframt Sir Lindsay Hoyle og Jógvan Hansen helt forsetin fyri NFFF (National Federation of Fish Friers) Andrew Crook eisini røðu, har hann hevði nógv góð orð at bera føroyingum og JFK. Fleiri enn tíggjutúsund fisk & kips búðir eru í Bretlandi og er hetta fleirfalt talið av McDonalds, Burger King og KFC tilsamans – ein sannroynd, sum tingformaðurin Sir Linday Hoyle eisini legði dent á í síni røðu.

Rupert Howes, stjóri í MSC (Marine Stewardship Council), sum tryggjar, at fiskurin, ið seldur verður á marknaðin er burðardyggur, bar eisini fram eina røðu. Umframt at vera stjóri á MSC, so er Rupert Howes ein heiðursløntur umhvørvisgranskari, og hann hevði góð orð at bera JFK fyri teirra arbeiði við at levera fisk, ið lýkur altjóða treytir.

 

Føroysk mentan umboðað

Aftan á filmin framførdi Lena Anderssen tríggjar sangir og fekk hon sjálvt tingformannin at syngja við. Somuleiðis fóru allir gestirnir avstað við hvør sínari gávutasku, har millum annað ein filmur við søguni um Gadus var í, og eisini ein serligur pakki frá Føroya Bjór, sum fekk stóra undirtøku millum gestirnar.

Hanus Hansen, Jógvan Hansen, Judith Dam-Jacobsen og Durita í Grótinum umboðaðu øll JFK, meðan Lena Anderssen framførdi saman við Niclas Johannesen. Harafturat var føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson, eisini til staðar.

Føroyska tiltakið í enska Undirhúsinum var eitt slag av móttøku undan “National Fish & Chip Awards 2025”, ið var hildið fyri 700 gestum á Park Plaza Hotel Westminster dagin eftir.

Jógvan Hansen segði eftir tiltakið, at JFK hevur lagt nógv fyri at fáa hetta tiltakið at bera til, og hann er fegin um, at móttøkan var so stórfingin, sum hon varð. “Bretski marknaðurin er ein lyklamarknaður fyri okkum. So hetta var eitt heilt serstakt høvi, og vit kundu ikki havt droymt um betri undirtøku enn hana, vit fingu hetta kvøldið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul