Lýsing
Lýsing
Lýsing

Royn tína vitan í verki sum tekniskur studentur

SKRIVAÐ: Pætur Hjalmar Evensson  |  12.03.2025 - 12:04 Tíðindi Vinna

-Vit eru rættuliga glað fyri, at vit liggja í hjartanum av Klaksvík, sigur Kjartan Gaard Sleire, leiðari av Tøknibreytini. Umframt at blíva tekniskur studentur, kanst tú her fáa vinir fyri lívið og fyrireika teg til víðari lestur

 

Á Tekniska Skúla í Klaksvík kanst tú taka eina 3 ára tøkniliga miðnámsútbúgving (HT) har tú kanst fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni.

Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á Tøknibreytini her royna tína bókligu vitan í verki.

Tað ber sum nakað nýtt til at velja ímillum tvær ymiskar leiðir. Eina vanliga Tøknibreyt, og eina Ítróttar- og Heilsuleið.

Ítróttar- og heilsuleiðin er meira til teirra, sum hava áhuga fyri ítrótti og heilsu. Sum næmingur hevur tú bæði møguleika fyri at íðka eina rúgvu at ítrótti, men eisini fáa eina ástøðiliga tilgongd til kropp og heilsu. Lestrarleiðirnar eru Biotøkni A og Ítróttur B.

 

Fokus á verkætlanir

Arbeiðshátturin á tøknibreytini brýtur nokk so nógv frá tí klassisku miðnámsskúlanum. Tí umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum.

- Næmingarnir læra seg at koma við einum hugskoti, menna tað og avvikla tað. Á henda hátt fært tú roynt skúlalærdómin í verki, fortelur Kjartan Gaard Sleire, leiðari á Tøknibreytini.

- Einstaki næmingurin hevur tí stóra ávirkan á, hvønn veg man fer í ymsu lærugreinunum. Hesin hátturin er væl móttikin.

- Tey flestu síggja positivt uppá tað, tí tað hevur hjálpt teimum væl víðari. Kanska serliga hjá teimum, sum eru farin inn at lesa Heilsuvísindi og KT-verkfrøði aftaná. Fyrimunurin er, at tey aftaná tíðina her longu eru fakliga stinn, áðrenn tey koma inn á hægru lærustovnarnar.

 

Hugnaligt lestrarumhvørvi

Lestrarumhvørvið á Tøknibreytini er sera gott.

-Vit eru partur av einum størri skúla, men eru ein lítil deild. So tað er nokkso hugnaligt á tann hátt. Næmingarnir koma hvørjum øðrum nógv við, og tað er eisini ein serlig nærvera

millum næmingarnar og starvsfólkini. Øll koma at kennast væl, sigur Kjartan Gaard Sleire.

-Vit eru rættuliga glað fyri, at vit liggja mitt í hjartanum av Klaksvík. Av tí sama er stutt til allar hentleikar. Ja alt er beint uttan fyri hurðina hjá okkum, sigur hann.

Næmingaheimið er ein partur av skúlanum, og næmingar kunnu av tí sama møta upp í inniskóm, um teir vilja. Spadserar man í ein hálvan minutt, so er man inni í svimjihøllini.

Ein partur av at ganga her er nevnliga eisini at man býr á skúlanum.

-Eingin ivi er um, at næmingarnir búnast nógv við at flyta heimaífrá og royna at búgva á skúlanum. Man fær eina kenslu av at flyta út, uttan at flyta ordiligt. Man kann jú fara heim um vikuskiftini.

 

Vinaløg fyri lívið

Næmingar úr øllum Føroyum plaga at vera á Tøknibreytini.

Eitt gjøgnumgangandi fyri øll árini er, at trivnaðurin er stak góður.

- Næmingarnir her skapa vinaløg fyri lívið, tað tori eg at pástanda. Eg síggji hvørt ár, at fyrrverandi næmingar møta upp til Opið Hús, og gamlir flokkar hittast aftur, sigur Kjartan Gaard Sleire.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru eisini ein partur av at ganga á Tøknibreytini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival