Lýsing
Lýsing
Lýsing

63 sálmar lagdir út á talgildu miðlarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2025 - 09:32 Mentan Tíðindi

Á Grækarismessu 12. mars gevur Tutl 63 sálmar í sálmasavninum Føroysk sálmaløg talgilt út.

 

Forlagið Búgvin gav í 2012 út lagsavnið Føroysk sálmaløg við sálmum hjá Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen. Síðan bókin kom út, hava mong viljað hoyrt sálmarnar.

 

Í nøkur ár hevur tí verið arbeitt við  einari verkætlan, har ymiskir sangarar syngja sálmaløgini við orgulfylgispæli – í einstøkum føri við klaverfylgispæli. Flestu sálmarnir eru tiknir upp í Havnar kirkju, har Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Klaverfylgispælið til nakrar av sálmunum hevur Knút Olsen.

Tveir ymiskir bólkar við ávikavist 8 og 5 sangarum syngja nakrar sálmar, meðan 7 ymiskir solistar syngja nakrar.

Finnur Hansen hevur tikið upp og viðgjørt upptøkurnar, og Tutl stendur fyri útgávuni. Lurtast kann eftir sálmunum á talgildu miðlunum her: https://bfan.link/foroysk-salmalog. Tilber at lesa meira um útgávuna, síggja sangtekstir v.m. á heimasíðuni hjá Tutl: https://www.tutlrecords.com/product/foroysk-salmalog-knut-olsen-og-petur-jacob-sigvardsen/

Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin 30. mars kl. 16.00, har sangararnir: Eyðbjørg Hansen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Sámal Matras Kristiansen, og Andreas Samuelsen syngja nakrar av "teirra" sálmum.

Høvi verður eisini hjá  teimum, sum eru komin at lurta, at syngja onkran sálmin í savninum. Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Aftan á konsertina verður boðið til ein drekkamunn í Kirkjustovu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival