Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Nónhamar” dregur lív til sín

SKRIVAÐ: Upptøka: KAV: Tekstur Oliver Joensen  |  06.03.2025 - 10:48 Kykmynd Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá áhugabólkurin við Faroe Dive, Kav, Kaving, á Hædd og Mekanor á odda tók stig til at søkkja Nónhamar (Helenu) á Borðoyavík, var eitt endamál við tiltakinum, at skipið skuldi vera ein habitatur - ella grynna - til at savna lív undir vatnskorpuni til staðið.

 

 

Nónhamar bleiv søktur seinast í august í 2024.

14. februar í ár fóru kavarar frá kavarafelagnum Kav í Klaksvík aftur niður á skipið, ið liggur á ímillum 20 og 30 favnar dýpi at vita, hvussu støðan er eftir veturin.

Kavararnir vóru Meinhard Einarson og Einar Poulsen.

Sum sæst á filminum her, sum teir tóku, er sera nógv lív kring skipið. Umframt krabbar og skeljadjór, ið longu nú hava tikið sær bústað umborð, sæst sera nógvur summarseiður at sveima umborð og rundanum Nónhamar. Enn sæst ikki so nógv til skeljadjórini, tó at sera nógvur fiskur er at síggja.

Sum staðfestast kann, so tænir habiaturin - grynnan - sínum endamáli. Ætlanin er, at kavaraskúlin Faroe Dive skal brúka Nónhamar sum skúlaskip til komandi slangukavarar undir útbúgving, men samstundis eisini skal blíva partur av einum undirsjóvarakvarium á Borðoyarvík.

Tá Nónhamar bleiv søktur, endaði hann umleið 5 metrar djúpari enn ætlað. Tað er ætlanin at rætta upp á nærmastu tíðina við at draga skipið úr dýpinum, tað liggur á nú, umleið 28 metrar upp á umleið 20 metra dýpi. Hetta hevur nakað við arbeiðisumstøðurnar hjá kavarum at gera.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá