Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samráðingar um søguligu fiskiveiðiavtaluna við Sovjettsamveldið, sum seinni gjørdist við Russland, í Moskva í 1977 | Mynd: Jógvan Arge - Úr fjals til fjøru

Russlandssáttmálin er eisini fullveldisstríð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2024 - 17:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Sjúrður Skaale spyr retoriskt, um tjóðveldisfólk valdu russlandssamstarvið, tá tey valdu Sirið Stenberg til forkvinnu í flokkinum. Av tí at Sjúrður ikki tilskilar nakran móttakara av retoriska spurninginum, loyvir Norðlýsið sær at svara honum. Stutta svarið er, at ongin ivi kann valda um, at Tjóðveldi visti, hvat Tjóðveldi valdi

 

 

Triðja árið á rað skal føroyska politiska skipanin í krígstíð taka støðu til, um føroyska ynskið er at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland ella ikki. Tjóðveldi hevur júst valt nýggja forkvinnu, ið sigur, at galdandi avtalan er til at liva við. Og, sum Sjúrður Skaale sjálvur vísir á í sínum spurningi, so hevur Bjørt Samuelsen havt bakgrundsmynd av Zelenskij á sínum profili á Facebook. So tjóðveldisfólk vóru fullgreið yvir, hvar hon stóð í málinum. Eitt og hvørt val er sum kunnugt eisini eitt frával.

Tað eigur at vera óneyðugt at endurtaka, at fiskiveiðiavtalan við Sovjetsamveldið frá 1977 var eitt stórt fet á sjálvbjargnisleið, tí hon var beinleiðis millum Føroyar og eina aðra tjóð, og ein av fyrstu ferðunum, Føroyar sum land fingu almenna innbjóðing at vitja í einum risalandi. Petur Reinert, fiskimálaráðharri fyri Tjóðveldisflokkin, skuldi við, men fekk forfall, og í hansara stað fór Finnbogi Ísakson. Jógvan Arge var eisini við á ferðini. Tjóðveldisflokkurin var sostatt væl umboðaður. Og tað eigur eisini at vera óneyðugt at endurtaka, at Danmark sveik okkum og saman við ES rak okkum føroyingar beint og djúpri í føvningin á Russlandi, tá ES stongdi sínar havnir fyri okkum í 2013.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur um dagarnar eina beinrakna eygleiðing, tá hann sigur, at tað tykist telja mest fyri kreftirnar í Føroyum, sum vilja slíta sambandið við Russland, at vera væl við elituna á bonaðu gólvunum í ES. Ja, so nógv, at tey ikki himprast við ofra sítt egna fólk fyri at vera væl við tey.

At slitið við Russland hevði bundið okkum tættari at Danmark. Okkum er (kámt) stillað í útsikt betrað marknaðaratgongd ella fríhandilsavtala við ES, og kanska trúgva tey, sum vilja slíta við Russland, tí veruliga sjálvi. Men hóast drúgvt áramál er fráliðið, so er tann kompensatiónin framvegis bara fuglar á takinum, og at Ursula van der Leyen á síni sjarmuherferð fyrr í ár – heldur enn fríhandilsavtalu ella betraða marknaðaratgongd – bara leveraði ein slutur fyri ein slatur í formi av einum semjuskjali, sigur sítt.

Avtalan við Russland er ikki nakar fuglur á takinum ella eitt innantómt semjuskjal. Tað er ein avtala, sum hevur prógvað sítt virði ígjøgnum næstan 50 ár. Hon er millum Føroyar sum land, ikki sum lítlibeiggi Danmarkar, og eitt annað land. Og hon hevur givið úrslit.

Sanniliga má tað sigast at vera góður tjóðveldispolitikkur at gera og halda avtalur, sum eru gjørdar beinleiðis við onnur lond, heldur enn at fjeppast uppií einum felagsskapi, sum helst ikki vil vita av okkum, ígjøgnum danskan limaskap.

Uppsiga vit fiskiveiðiavtaluna við Russland nú, so standa vit við skegginum í postkassanum, uttan avtalu við hvørki Russland ella ES, og eru prísgivin til Móðir Danmørk, sum aftur kann gera ein ”2013”, um Føroyar einaferð í framtíðini aftur ikki makka rætt yvirfyri ES.

 

Fiskimálaráðharrin Dennis Holm og Liljan Weihe, tjóðveldiskvinna, fagna nývaldu forkvinnu síni, sum stutt eftir segði seg fara at seta fullveldismálið ovast á dagsskrá floksins, umframt at núverandi fiskiveiðiavtalan við Russland er til at liva við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…