Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin politikkur um at stuðla mentanarhúsum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2024 - 08:07 Mentan Politikkur Tíðindi

Eitt, sum vakti ans í Norðoyggjum, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, og sjálvandi eisini á Norðlýsisredaktiónini, var, at mentanarhúsið Varpið ongan rakstrarstuðul stendur til at fáa, og ein væl minni part av íløgustuðli, enn hvat onnur líknandi mentanarhús hava fingið. Vit hava biðið løgmann um eina frágreiðing.

 

 

Løgmaður sigur, at – ”Har finst ikki nakar veruligur politikkur á økinum. Um hugt verður at, hvat Varpið hevur fingið í íløgustuðli, er man komin upp á einar 15 milliónir ella har á leið, meðan rakstrarstuðul ikki hevur verið vanligur søguliga sæð. Landið plagar ikki at gjalda rakstrarstuðul til kommunal mentanarhús; tað kom fyrstu ferð við SALTi á Drelnesi, og tað hevur givið eitt ávíst trýst á, at onnur eisini skulu fáa”.

Aksel V. Johannesen heldur fram: – ”Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so hendi tað, at tá Varpið fekk játtað íløgustuðul fyri 2-3 árum síðani, so bóðu summir eysturoyarpolitikarar um rakstrarstuðul til Mentanarhúsið í Fuglafirði og fingu tað. Tá komu hasar 300 túsund krónurnar á í rakstrarstuðli. Men um hugt verður at Løkshøll í Runavík, so fáa tey hvørki íløgustuðul ella rakstrarstuðul.”

– ”Tá tað fór at glíða sum við SALTi, so byrja aðrir líknandi stovnar at siga, at teir eisini vilja hava, og ein trupulleiki hjá okkum í politikki er, at vit ongan greiðan politikk hava um, nær ein fær stuðul, hvussu nógv ein fær, ella um man als ikki kann fáa stuðul”, sigur Aksel V. Johannesen.

Løgmaður leggur afturat, at hann er fegin um Varpið, men at tað hóast alt er kommunalt, meðan eitt nú Tjóðleikhúsið er landsogn, og tí eru ikki somu reglur galdandi. Løgmaður sigur seg tó væl skilja, at summi støð og tilboð kring landið føla seg órættvíst viðfarin, tá summi fáa stuðul og onnur ikki, sigur løgmaður, og nevndir at enda møguleikan fyri at geva MVG-frítøku í staðin fyri stuðul. Men fyrst og fremst saknar hann ein greiðan politikk á økinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Loysigjaldið er undir milliónina
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum