Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang avmyndað í Varpinum tá Búskaparráði legði fram Várfrágreiðing sína fyri 2024 | Mynd: Jóhann Lützen

Fíggjarlógin 2025 við Norðoyabrillum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2024 - 10:03 Politikkur Tíðindi

Løgtingsfíggjarlógin er til fyrstu viðgerð í tinginum í dag. Tingfundurin byrjaði nú kl. 10.

 

Tekniski Skúli í Klaksvík, Klaksvíkar Sjúkrahús og Húsarhaldsskúli Føroya fáa nakrar milliónir meira í 2025 enn í 2024, eins og kalsoyarsiglingin eisini fær fitt afturat. Sjónám, Klaksvíkar HF-Skeið og fugloyarsiglingin fáa nakað tað sama sum í 2024. Eitt spildurnýtt Kalsoyarskip og eitt minni skip til Fugloyar- og Svínoyarfarleiðina eru eisini í stoypiskeiðini. Men mentanarhúsið Varpið fær als onki, hóast mentanarhús aðrastaðni í landinum fáa trivaligan rakstrarstuðul.

Herfyri legði Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 og fyrsta viðgerð er í tinginum í dag. Norðlýsið hevur hugt at, hvussu almennu tænasturnar og íløgurnar á løgtingsfíggjarlógini, sum falla niður í Norðoyggjum, fáa tað í komandi ári.

Klaksvíkar Sjúkrahús fær knapt 6 milliónir meira til rakstur. Játtanin hækkar úr 104.796.000 til 110.373.000 krónur. Útreiðslujáttanin til íløgur hjá sjúkrahúsinum standa í stað á 10 mió. í 2025 (tó verður 1 óbrúkt millión flutt til 2025), tað sama sum í 2024, men væntast tvífaldað til 20 mió. í 2026.

Klaksvíkar HF-Skeið og Sjónám fáa at kalla onga økta játtan. Játtanin til Klaksvíkar HF-Skeið fer úr 3.746.000 til 3.903.000 krónur, ið er ein lítil vøkstur, sum ivaleyst verður etin upp av lønarhækkingum. Sama ger seg galdandi fyri Sjónám, har játtanin fer úr 3.784.000 upp í 3.918.000 í nettuútreiðslu. Íverksetarahúsið í Klaksvík fær 1,2 milliónir.

Øðrvísi – og betri – myndir tekna seg við Húsarhaldsskúlanum og Tekniska Skúla í Klaksvík. Húsarhaldsskúli Føroya fær eina nógv størri játtan, meira enn 2 milliónir eyka. Játtanin fyri 2025 fer tí úr umleið 3,5 milliónum upp í yvir 5,6 milliónir. Nettoútreiðslan til Tekniska Skúla hækkar eisini við næstan 2 milliónum, úr 29,9 mió. til 31,8 mió. Tað er tó á løgusíðuni, at Tekniski Skúli serliga fær meira. Tekniski Skúli fær í løgujáttan 12 milliónir meira í 2025 enn í 2024; játtanin fer úr 3 milliónum til 15 milliónir.

Tunlarnir Norður um Fjall fáa onki í 2025, men hetta er tí, at mett verður, at teir eru lidnir um árslok 2024. Játtanin til Kalsoyarsiglingina hjá Strandferðsluni stendur hinvegin til at hækka heilt nógv, úr 9.430.000 í 2024 til 16.548.000 í 2025. Játtanin til Fugloyarsiglingina stendur í stað, men aðrastaðni í lógaruppskotinum stendur, at eitt skip er liðugt projekterað til fugloyar- og svínoyarleiðina, eins og eitt miðalstórt skip til Kalsoyarfarleiðina somuleiðis er liðugt projekterað.  

Tað stingur í eyguni, at Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík ongar pengar fær frá landinum í 2025, 2026 ella 2027 sambært uppskotinum til fíggjarlóg, hvørki til rakstur ella løgur, hóast mentanarhús aðrastaðni í landinum fáa rakstrarstuðul. Til dømis fær Mentanarhúsið í Fuglafirði 300.000 krónur á hvørjum ári, og SALT á Tvøroyri fær 2,5 milliónir um árið. SALT fekk eisini umleið ein triðing av íløguni goldna av Landskassanum, meðan Varpið fekk munandi minni, enntá minni enn lovað varð.    

Tað er ikki greitt, hví hesin mismunur verður gjørdur á mentanarhúsunum; ongin frágreiðing er at finna í fíggjarlógaruppskotinum. Her er talan um ein órætt, ið verður gjørdur móti Norðoyggjum, og sum tingfólkini úr Norðoyggjum helst fara at leggja nógv fyri at rætta í komandi fíggjarlógartelvingum næstu vikurnar.

Sum heild ein fíggjarlóg, sum gamaní hevur ávísar batar fyri Norðoyggjar, men sum eisini letur nakað eftir at ynskja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin
Myndarøð: Vóru á fjalli í Syðrulíð í dag
Klaksvíkar HF skeið fimmti ár