Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan kemur í smáum bitum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2024 - 22:48 Politikkur Tíðindi

Arbeiðsvikan kemur heilt víst ikki niður á 37 tímar í hesum valskeiðnum, sigur Aksel V. Johannesen, men leggur eina við, at tað heldur ongantíð var ætlanin. Arbeiðsvikan verður stytt so við og við yvir fleiri ár

 

Fleiri hava eftirlýst, hvat bleiv av vallyftinum um styttri arbeiðsviku, sum serliga Javnaðarflokkurin fór til val uppá í 2022. Millum onnur Norðlýsið og Starvsfelagið, ikki minst nú onki stendur um tað í figgjarlógaruppskotinum. Løgmaður segði, at styttra arbeiðsvikan er annað av bert tveimum lyftum, sum ikki er avgreitt enn (hitt var mvg-frítøka av ávísum gerandisvørum).

Ætlanin er, at stytta arbeiðsvikan skal vera útreiðsluneutral, ið merkir, at fígging skal finnast til hana. Arbeiðið við tí er ikki komið nóg langt enn, viðgongur løgmaður, og sigur orsøkina vera, at tað er sera trupult at finna út av, hvat tað kostar at stytta arbeiðsvikuna. Útrokningarnar, sum komu fram í seinastu viku, vístu ikki veruleikan, sum hann fer at vera.

Tað krevur eina nógv størri útgreining, sigur løgmaður, og legði afturat, at ikki øll eru so heit fyri at stytta arbeiðsvikuna í heila tikið. Sum dømi nevndi hann kommunala arbeiðsgevarafelagið eins væl og privatar arbeiðsgevarar.

Tað er eitt trupult mál, men gongd er í tí, segði løgmaður, sum ikki fekst at lova, at tað arbeiðið verður liðugt áðrenn komandi løgtingsval. Hann vísir til samgonguskjalið, har arbeiðsvikan stendur at skula skerjast við einum tíma annað hvørt ár.

Arbeiðsvikan kemur heilt víst ikki niður á 37 tímar í hesum valskeiðnum, sigur Aksel V. Johannesen, men leggur eina við, at tað heldur ongantíð var ætlanin. Arbeiðsvikan verður stytt so við og við yvir fleiri ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin
Myndarøð: Vóru á fjalli í Syðrulíð í dag
Klaksvíkar HF skeið fimmti ár