Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Sjálvstýri  |  02.10.2024 - 10:19 Politikkur Tíðindaskriv

The only way is up! Sjálvstýri er dagført! Eftir drúgt og miðvíst arbeiði eru vit nú til reiðar til býráðsvalið 12. november

 

 

Við 8 góðum valevnum og nýggjari valskrá, bjóða vit okkum fram at stýra Klaksvíkar kommunu komandi fýra árini.

Vinnulívið í Klaksvíkar kommunu skal koma okkara kommunu til góðar!

Ov stórur partur av fíggjarliga vinninginum frá okkara íløgum í vinnulívið endar hjá Tórshavnar Havn, sum hevur avskipingarmonopol. Norðoyggjar sita eftir við dálkingini frá fiski- og alivinnuni og Klaksvík er vorðin ein transitbýur fyri kajpengar hjá Tórshavnar kommunu. Sjálvstýri vil tryggja, at fíggjarliga virði í Norðoyggjum ikki endar í kassanum hjá Tórshavnar havn og privatum fyritøkum í høvuðsstaðnum.

Valevnini eru:

1. Lonnie Bengtsen, 43 ár, køksleiðari
2. Sven Dahl, 56 ár, húsavørður
3. Magni Garðalíð, 59 ár, maskinførari
4. Jóhanna Syderbø Grúkaskarð, 41 ár, sjálvinnurekandi heilsurøktari
5. Sámal Petur í Grund, 66 ár, skipari
6. Sylvia Thomsen, 45 ár, sjúkrarøktarfrøðingur
7. Álvur Marnason Zachariasen, 26 ár, maskinmeistari
8. Hjalmar Zachariasen, 39 ár, KT verkfrøðingur

 

Umframt fara vit at arbeiða fyri:

Grundøki til øll
Vit fara at raðfesta høgt, at møguleikar skulu vera til at byggja sær hús, bæði í Klaksvík og øllum bygdunum í komununi.

Ferðsla og parkering
• Ferðslutrygdin skal raðfestast hægri.
• Eingin parkering á høvuðsvegunum.
• Parkeringsforboð á høvuðsvegunum.
• Skipað parkering á privatum økjum við parkeringslummum.
• Betra um kavaruddingina.
• Loysa ferðsluóskilið og tryggja samanhangandi ferðslu.

Fíggjarligt haldføri
• Tryggja fíggjarligt haldføri.
• Betri umsiting av fíggjarstøðuni.
• Íløgur skulu gerast við ábyrgd.
• Raðfesta verandi verkætlanir og avmarka nýggjar.

Fimleikur
• Fimleikurin eigur tørv og verður raðfestur komandi fýra árini.

Grønur býur
• Klaksvík skal gerast heimsins grønasti og wellasti býur.
• Raðfesting av býarumhvørvinum við fleiri grønum økjum, trøum og skýlum.
• Skapa betri gongurásir til børn, barnavognar, súkklur og fólk til gongu.
• Lata Ósánna upp aftur til børnini at spæla í.
• Skapa býarrúm, har fólk trívast og kunnu vera virkin.

Frítíðarkort
• Frítíðarkort til børn og ung.
• Kortið skal fevna um fleiri frítíðarítriv, td. tónleik, list og svimjing. .
Tey eldru
• Tryggja tað góða eldralívið.
• Fleiri røktarheim og íbúðir til tey, sum hava tørv á tí.
• Góð tilboð til bæði tey, sum hava stóran tørv á hjálp, umframt tey, sum bert hava tørv á einari hjálpandi hond.

Útlendingar og tilflytarir skulu fáa betri tilboð um at:
• læra føroyskt.
• læra um føroyska mentan.
• Hjálp til at trívast og gerast virkin partur av samfelagnum

Lýsing
Seinastu tíðindini
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin
Myndarøð: Vóru á fjalli í Syðrulíð í dag
Klaksvíkar HF skeið fimmti ár