Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  02.10.2024 - 15:02 Politikkur Tíðindaskriv

FÍGGJARLÓGIN: Aftur í ár hevur Føroya landsstýri lagt uppskot til fíggjarlóg fyri Føroya løgting uttan at hoyra feløgini, ið umboða fólk, ið bera brek, hóast altjóða brekrættindanevndin nýliga staðfesti, at gongdin stríðir ímóti brekrættindasáttmálanum.

 

 

Í fjør sendi MEGD Føroya landsstýri mótmælisskriv viðvíkjandi lógaruppskotum, ið vóru send til Føroya løgting uttan hoyring. MEGD harmaðist tá um júst um mangalndi hoyring.

Heitt varð tá á stjórnarráðini um at ansa eftir, at hoyrinsskyldan verður hildin, og at Føroya løgting tryggjar, at lógaruppskot ikki verða viðgjørd, um tey ikki halda grundleggjandi krøvini um hoyring og ráðførslu, sum staðfest eru í rundskrivinum um lógarsmíð og í grein 4 (3) í altjóða brekrættindasáttmálanumum hjá ST.

Longu dagin eftir sendi løgmaður MEGD formligt bræv við boðum um, at fíggjarlógararbeiðið fór at verða endurskoðað, og at í arbeiðinum frameftir skuldu feløgini fáa betri umstøður at ummæla.

Nú uppskot til fíggjarlóg fyri 2025 er lagt fyri Føroya løgting, hevur eingin hoyring verið, og MEGD hevur tí valt at skipa innanhýsis hoyring millum tey 24 limafeløgini, bæði av fíggjarlógini og teimum uppskotum, ið eru send oman saman við fíggjarlógini.

Framvegis er tað í ósamsvari við rundskrivið um lógarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni og altjóða hoyringsrættin hjá feløgum, ið umboða fólk, ið bera brek, ikki at hoyra feløgini.

Afturat hesum kann tað bara undra, at hetta verður gjørt, nú tað bert er ein mánaður síðani, at Føroyar vóru til hoyring hjá brekrættindanevndini hjá ST, har eitt av greiðu tilmælunum til føroysku myndugleikarnar er júst at tryggja munagóðar hoyringar.

Eitt av uppskotunum, ið sent er Føroya løgtingi uttan hoyring, er broyting í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Lógin fevnir um tiltøk, ið skulu stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

Grundleggjandi broytingin í lógini hevur við sær, at persónur, ið lýkur aldurstreyt til framskundaða pensjón, ikki kann fáa nýggja játtan til lønarískoyti til tillagað starv. Eisini verður treytin um skert arbeiðsføri broytt soleiðis, at frameftir skal arbeiðsførið vera skert við í minsta lagi einari helvt fyri at fáa lønarískoyti til tillagað starv.

Her verða grundleggjandi broytingar og sokallaðar sparingar í lóg, sum rakar fleiri, ið bera brek, lagdar fyri Føroya løgting uttan, at greinaðar eru avleiðingarnar fyri tey, ið broytingin rakar.

Vert er at peika á, at í verandi fíggjarlógaruppskoti fær brekumboðið søguliga sína fyrstu játtan og harvið grønt ljós at fara til verka. Hetta er veruliga eitt kærkomið framstig, og verður brekumboðið væntandi eisini við til at peika á og at styrkja um hoyringarrættin hjá fólki, ið bera brek.

Við hesum ynskir MEGD saman við limafeløginum aftur at vísa á sjálv rættindini og fyrimunirnir hjá Føroyar landstýri við at skipa hoyringar í málum, ið viðvíkja fólki, ið bera brek.

Við vón um, at fíggjarlógarviðgerðin verður væl grundað og harafturat, at viðgerðin í tingsins nevndum verður eyðkend av breiðum hoyringum,

Tóra við Keldu, forkvinna hjá MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin
Myndarøð: Vóru á fjalli í Syðrulíð í dag
Klaksvíkar HF skeið fimmti ár