Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Östersundsfk.se

Magnus Powell fær góð skoðsmál frá fyrrverandi arbeiðsgevarum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.10.2024 - 17:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ fær ein høvuðsvenjara, sum hevur verið høgt í metum í undanfarnu feløgum.

KÍ ætlar ikki at leggja kongin eftir eitt miseydnað ár, har eingin málsetningur bleiv rokkin í heimligum ella altjóða kappingum.

Í dag boðaði KÍ frá, at 49 ára gamli Magnus Powell hevur gjørt sáttmála fyri 2025 og 2026. Hetta er ein royndur venjari, sum síðstu árini hevur verið venjari hjá Östersunds í næstbestu svensku deildini. Hann hevur eisini verið venjari í næstbestu deildini í Norra í fleiri ár og eitt stutt skiftið í bestu deildini í Norra.

Í 2023 endaði hansara lið á 5. plássi í næstbestu svensku deildini, meðan liðið í 2022 og 2024 hevur verið í niðurflytingarstríðnum. Í 2022 ikki so óvæntað, tí tá var felagið í fíggjarligum trupulleikum, meðan úrslitið í 2023 var mett at verða gott.

Magnus Powell fær góð skoðsmál frá sínum fyrrverandi feløgum. Í september mánaða gavst Magnus Powell sjálvur í svenska felagnum. Tá skrivaði felagið soleiðis á heimasíðuni.

-Powell har gett ett ovärderligt bidrag till ÖFK och generöst offrat mycket för klubben. Det har inte funnits planer på att avsluta Powells uppdrag och jag känner stor frustration över att media på detta sätt försätter ÖFK och Powell i en ohållbar situation. Samarbetet med Powell har enligt mig varit en av höjdpunkterna under de år jag varit styrelseledamot och ordförande, säger Tom Pripp, ordförande för Östersunds FK Elitfotboll AB.

7. november longdi Magnus Powell sáttmálan við Östersunds fram til og við 2026. Tá segði ítróttarstjórin soleiðis.

-Det känns väldigt bra att få till ett längre avtal med Magnus. Han har gjort ett stort jobb med laget där vi tydligt tagit steg i rätt riktning, trot bitvis väldigt tuffa förutsättningar. Det känns viktigt för oss som klubb att få kontinuitet på tränarposten för att få en fortsatt utveckling av laget, säger Stefan Lundin, sportchef i Östersunds FK.

 

Eftir bæði árini í Levanger í 2016 og 2017 steðgaði Magnus Powell í felagnum, tí felagið hevði ov lág mál við penganýtslu.

Itromso.no skrivaði:

– Etter to år med god sportslig progresjon, finner jeg det vanskelig å stille meg bak den planlagte ressursbruken og den sportslige satsingen som jeg fikk presentert i nytt forhandlingsgrunnlag, sier Powell.

– Du skal lete lenge etter en trener som er mer dedikert på treningsfeltet, og med et større engasjement, enn Magnus. Vi retter en stor takk til ham for måten han har fylt rollen som hovedtrener på, sier styreleder Robert Eriksson.

Under Powells ledelse har Levanger levert meget gode sportslige resultater.

 

Tá Magnus Powell gavst í 07 Vestur í januar 2022, tí Östersunds vildi hava hann, skrivaði 07 Vestur m.a. soleiðis á síni heimasíðu:

Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum.

Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin