Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stilla upp og fá ávirkan á lokal viðurskifti

SKRIVAÐ: demokratia.fo  |  01.10.2024 - 19:00 Politikkur Tíðindi

Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Katrin Margreta Næs borgarstjóri í Hvannasunds kommunu

 

Navn: Katrin Margreta Næs

Kommuna:  Hvannasunds kommuna

Borgarligt starv:  Fyrrverandi miðnámsskúlalærari

Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Vald í bygdaráðið á valinum í 1980, bygdaráðslimur 1981-84, og 2009-12, gjørdist borgarstjóri mitt í skeiðnum í juli 2011, afturvald á valinum í 2012 og gjørdist borgarstjóri 2013-2016, stillaði ikki uppaftur til valið 2016, stillaði upp aftur í 2020, borgarstjóri 2021-2024.

Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað má vera at kunna hava ávirkan á okkurt, sum mann hevur áhuga fyri. Hava møguleika til at fremja okkurt, sum mann brennur fyri.

Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Haldi, at eg havi áhuga fyri teimum allarflestu økjunum, sum kommunan varðar av. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at kommunan fylgir við í menningini og ikki stagnerar.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Tað er nakað, sum broytist við tíðini. At byrja við var tað økið børn og ung, nú fevnir tað breiðari: bøta um bústaðarmøguleikarnar og eldraøkið. Umhvørvi er eisini týðandi øki.

Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Tað var ikki eitt val frá mínari síðu, kom á ein lista og varð vald.

Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Í hesari setuni: at gongd er komin á útstykking – og at vón er um, at íbúðarbygging fer í gongd í næstum.

Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei – eg eri vorðin 71 ár og vil fegin hava tíð til míni áhugamál og til ommubørnini.

Hví skal man stilla upp til kommunuval? Fyri at hava ávirkan á viðurskifti í lokaløkinum. Sum Michelle Obama segði í eini røðu herfyri: Do something! Ger okkurt!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin