Lýsing
Lýsing
Lýsing
Svarið til Beinir Johannesen frá Ingilín D. Strøm um fíggjarligu avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna var soleiðis háttað, at rættleiðing í miðlunum mátti til, og tað fekk tingmannin at konkludera, at málið framvegis er langt frá búgvið til støðutakan. Og at fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 heldur ikki tekur tað upp á tungu bendir á sama bógvin

Stytta arbeiðsvikan tykist slept

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2024 - 08:00 Politikkur Tíðindi

Havandi í huga, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 er tann næst-seinasta fíggjarlógin, sum fær gildi áðrenn komandi løgtingsval, kundi ein væntað at sæð okkurt til vallyftið um styttri arbeiðsviku. Men uppskotið hevur ikki so mikið sum ein setning um stytta arbeiðsviku. Svar frá landsstýriskvinnu til tingmann bendir somuleiðis á, at málið lítlan og ongan veg er komið enn, hóast drúgv tíð er gingin, og hóast Javnaðarflokkurin longu hevur liðug uppskot um tað liggjandi klár frá síðsta valskeiði.

 

 

”Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.”

Soleiðis stendur skrivað í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022. Men nú valskeiðið fyrsta dagin kemur í helvt, er arbeiðið framvegis ongan veg komið, og tað gjørdist bert uppaftur truplari av, at arbeiðsgevararnir trektu seg úr arbeiðsbólkinum, sum skuldi finna semju um tað.

Kortini visti in.fo tann 13. august at siga, at Landsstýrið fer at leggja uppskot um at stytta arbeiðsvikuna fyri Løgtingið tíðliga í 2025.

Tann 13. september setti Beinir Johannesen so Ingilín D. Strøm fyrispurning um fíggjarligar avleiðingar av at stytta arbeiðsvikuna. Svarið var, at tað fór at kosta vinnulívinum 500 milliónir og almennu kassunum 280 milliónir, og so fingu land og kommunur nakað aftur í skatti. Landsstýriskvinnan segði, at hetta hevði Gjaldstovan gjørt eina yvirskipaða meting um, meðan Gjaldstovan segði seg onga meting hava gjørt. Tølini vóru teirra, og tey vóru røtt, men tikin úr øðrum samanhangi. Ein nokkso margháttlig støða, sum eisini fekk Beinir Johannesen at konkludera, at ”málið slett ikki er búgvið til støðutakan enn”. 

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 stuðlar hesum, tí als onki verður nevnt í tí um útreiðslur av at stytta arbeiðsvikuna. Eru tølini uppá umleið trýkvarta milliard røtt, og tað skal gerast sum skrivað í samgonguskjalinum við 1-tíma stytting annaðhvørt ár, hevði tað merkt 250 milliónir minni fyrsta heila árið við 39-tíma arbeiðsviku.

Í undanfarna valskeiði legði Javnaðarflokkurin, sum tá sat í andstøðu, annars ikki færri enn tríggjar ferðir uppskot fram um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Fyrstu ferð var í mars 2020, men Javnaðarflokkurin tók sjálvur tað málið aftur. Næstu ferð var í august 2020, men tað málið fall við 10 móti 16. Her kann nevnast, at bæði Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn atkvøddu ímóti. Triðju ferð var í oktober 2021, og aftur, tá tað málið kom til atkvøðugreiðslu í 2022, atkvøddi Ruth Vang ímóti, og málið fall.

Tá Búskaparráðið kom við heystfrágreiðing síni 2. september í ár – 20 dagar eftir at in.fo bar tíðindini um, at stytta arbeiðsvikan skuldi fyri tingið komandi vár – segði Ruth Vang við Dag og viku, at um tað ikki komu aðrir bollar á súpanina, so legði hon møguliga frá sær sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Tá ið sama Ruth Vang aftur var í Degi og viku 30. september í sambandi við framløguna av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, segði hon, uttan at vera ítøkilig, at samgongan veruliga fer at taka nøkur tøk fyri fíggjarliga haldførinum.

Tað er tí ikki óhugsandi, at eitt av krøvunum frá Ruth Vang fyri at halda fram í landsstýrissamgonguni hevur verið, at stytta arbeiðsvikan varð syltað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin