Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÍF - B68 - hvat hugsar kappingarnevndin í Fótbóltssambandinum fyri sær?

SKRIVAÐ: Ólavur Larsen  |  01.10.2024 - 07:07 Ítrottur Lesarabrøv

Hetta er so langt við síðunar av, at eg havi ikki orð fyri tí.

 

Í kvøld kom avgerð frá kappingarnevndini hjá FSF um, at ÍF - B68 skulu spæla nakrar minuttir umaftur týskvøldið kl 17.30, tí dysturin bleiv avblástur áðrenn tíð (vegna keðiligar umstøður á áskoðaraplássinum) leygardagin. Allir teir somu leikararnir skulu verða inni á vøllinum, sum vóru á vøllinum, tá dysturin bleiv avblástur. Bara fyri at taka tvey dømi burturúr rúgvuni, so er 1 leikari hjá okkum ikki í landinum og ein annar er skaddur, men tað er kanska líka mikið.

Vit hava óteljandi støður í Føroyum, har dystir eru blástir av áðrenn tíð og teir eru (mær vitandi) allir leiktir umaftur, í nýggjari tíð. Bara í ár eru dømi sum:

  • NSÍ - FC Suðuroy í 1. deild tann 6. apríl, har dysturin verður spældur umaftur, eftir at NSÍ vóru á odda 3-1 eftir 55 min, har dómarin blæsir dystin av.
  • Víkingur - HB í dysti um Løgmanssteypið tann 19. juni, har dysturin verður spældur umaftur, eftir støðuna 1-1 í 69 min, har dómarin blæsir dystin av.
  • Skála - Víkingur í 2. deild tann 6. apríl, har dysturin verður spældur umaftur, eftir at Skála vóru á odda 6-1 eftir 61 min, har dómarin blæsir dystin av. Í hesum seinasta dystinum bleiv avrátt, at dysturin endaði 6-1 og liðini ynsktu ikki at gera meir við hetta, men har kom kappingarnevndin inn og yvirrulaði avgerðina og setti nýggjan dyst á skrá (hetta var í 2. deild og støðan var 6-1, men tað stendur í lógini, at dysturin skal spælast umaftur - so spælir mann umaftur!).

Her eru 3 dømi, bara frá í ár, har dystir verða leiktir umaftur, tí dómarin hevur blást dystin av áðrenn tíð. Tað stendur eisini púra greitt í fótbóltslógini 2024 (sí skjøl niðanfyri), at: “Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um kappingarreglurnar ikki tilskila annað”. Kappingarreglurnar tilskila ikki annað og vit hava óendalig dømi um, at slíkur dystur skal leikast umaftur. So er líka mikið hvussu liðini eita, hvat tey hava at spæla fyri, hvat støðan er o.s.fr.

Kappingarnevndin hevur tikið eina avgerð í hesum málinum, sum ikki er í samsvar við lógina. Lógin sigur, at nýggjur dystur skal spælast. Nevndin má hava verið inni í málinum og viðgjørt minuttir, evt. kjansin fyri um ÍF kann koma aftur í aftur, tá so fáir minuttir eru eftir, um tað er rætt, at B68 skal møta upp til nýggjan dyst, tá teir eru á odda 1-3 so seint í dystinum ella okkurt tílíkt. Hetta er reint git frá mær, men soleiðis mugu tey hava viðgjørt málið, tí lógin sigur at dysturin skal spælast umaftur. Men nei, nei, ikki hesin. Um hetta var ein dystur ímillum HB - KÍ, so hevði hetta als, als, als ikki komi uppá tal - aldrin í verðini. Ella fyristilli tykkum, at Arsenal - Man City møttu upp á Emirates Stadium og leiktu 6 minuttir umaftur 3 dagar eftir dyst, tí ein áskoðari small um og dómarin blásti dystin av í 88 min. Vit hoyra bæði undir UEFA, so reglurnar eru tær somu.

Hetta er so langt við síðunar av, at eg havi ikki orð fyri tí.

So segði søgan enntá eisini, at eg góðtók at dysturin bleiv blástur av áðrenn tíð, at B68 vann 1-3 og tað varð avgjørt í sátt og semju. Tað kann eg gott siga tykkum, at soleiðis gekk tað ikki fyri seg í Fuglafirði seinasta leygardag.

At enda má eg nevna, at hetta hevur onki við hvørki ÍF ella B68 at gera, men er ein præcedens sak, sum FSF má halda fast við í nógv ár framyvir. Øll feløg eru líka fyri lógini, sjálvt um hetta er jørða til jørðina eftir hesa avgerðina. Eg kann garantera fyri, at hetta sker ikki aftur, at tvey lið møtast og spæla 5-10 min umaftur, tí dysturin er avblástur áðrenn tíð.

Orsøkin til at eg leggi hetta út á FB er, at málið kann sjálvandi ikki kærast, líka sum næstan øll kontroversiel mál hjá FSF ikki kunnu. Og eg klári ikki at lata hetta standa ósvara. Kanska onkur miðil ella okkurt felag rópar upp um hesa avgerðina, so tað ikki sleppur ótarna framvið borðinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…
Fegnist um jaliga hugburðin og treystið…
Gadus komin