Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fríðin Ziskason og Fiona Parker | Mynd: Dávur Winther

Vit kunnu gera nakað gott fyri onnur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  25.09.2024 - 15:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

segði Fríðin Ziskason, forseti í Klaksvíkar Rotary millum annað í røðu síni, tá Skúlaorkestrið fekk handað nýggj ljóðføri frá lokala Rotary klubbanum. Vit prenta røðuna

 

Miðhøllin á Skúlatrøð var karmur um løtuna tá Klaksvíkar Rotary klubbi handaði Skúlaorkestrinum nýggj ljóðføri. Vit vóru við og fingu eisini nakrar myndir. 

Skúlaorkestrið spældi nøkur løg. Tey eru annars júst afturkomin úr Skotlandi, har tey hava fingið góð ummæli. 

Hanus Kjølbro umboðandi Klaksvíkar Hornorkestur takkaði fyri stórfingnu gávuna, sum sambært honum sanniliga eisini fór at koma Klaksvíkar hornorkestri til góðar. 

Leiðarin fyri orkestrið Fiona Parker, var somuleiðis sera fegin um gávuna, sum hevði eitt virði á omanfyri 80.000 krónur. 

Fríðin Ziskaon bar røðu fram, sum sæst niðanfyri

 

 

Góðu tit øll !

 

Tað eru nógv góð ítriv og frítíðartilboð í Klaksvík. Nógv, sum man kann ganga til. Og tað er fantastiska gott, tí tað ger so nógv gott fyri okkara bý og okkum, sum búgva her.

Eg eri her í dag sum forseti í Klaksvíkar Rotary klubba.

Man kann siga, at Rotary er eitt slag av frítíðarítrivi fyri okkum, sum eru limir har.

Vit møtast eina ferð um vikuna og hava tað gott saman, meðan vit skipa fyri ymiskum tingum, sum uppá allar møguligar mátar kunnu gera nakað gott fyri samfelagið.

Til dømis hava vit samlað pengar inn, sum vit nú hava brúkt til at keypa ljóðføri til skúlaorkestrið. 

Tit næmingar kunnu frítt velja millum nógvar ymiskar ítróttagreinar, skótar og onnur góð ítrív, og við hornorkestrinum á Skúlatrøð eru møguleikarnir fyri at spæla tónleik eisini blivnir betri.

Tað hevur stóran týdning at kunna uppdaga nýggj áhugamál, at finna og gera okkurt, sum man dugir og tímir væl.

At eydnast og føla, at man gerst alsamt dugnaligari. Júst hetta kann skúlaorkestrið vera karmur um.

Harumframt er tað eisini hugaligt, at horntónleikurin er eitt ítrív, sum kann fylgja tykkum gjøgnum alt lívið og eisini byggja brýr millum ymisk ættarlið.

Tað sæst longu nú, tá vit hugsa um aldursspennið millum yngsta limin í skúlaorkestrinum og elsta limin í hornorkestrinum. 

Men tað snýr seg ikki bara um, hvat okkara ítriv kann gera fyri okkum.

Tí við nógvum av okkara ítrivum er tað eisini soleiðis, at vit kunnu gera nakað gott fyri onnur.

Líka sum eg byrjaði at greiða frá um Rotary, at tað er eitt frítíðarítriv, har vit eisini sleppa at gera nakað gott fyri onnur, so kann man siga nógv av tí sama um hornorkestrið.

Sum tónleikarar í skúlaorkestrinum og hornorkestrinum sleppa tit at framføra og gleða nógv onnur fólk við tykkara evnum, og tað er ein gáva, sum vit øll eiga at vera glað fyri. 

Eg vil at enda takka tykkum, sum hava tikið stig til skúlaorkestrið.

Skúlatrøð, og Klaksvíkar hornorkestur - túsund takk fyri, at vit í Rotary eisini sleppa at vera ein partur av hesari verkætlanini.

Vit gleða okkum til at síggja og hoyra alt tað góða, sum hetta fer at kasta av sær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loysigjaldið er undir milliónina
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…