Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað gongur strúkandi í miðbýnum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.09.2024 - 20:46 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjakvøldið var nógv virksemi í Miðbýnum. Tað vóru betonbilar og fólk frá Kanjon, sum rullaðu inn í við 50 m3 av beton - reinsilag undir enn einum spennandi bygning.

Tryggingarfelagið, LÍV og Sp/f Kanjon hava fyri tíð síðan gjørt avtalu um at byggja 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík.

Verkætlanin, sum er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

Tað hevur verið grivið út fyri byggilendinum herfyri, sum skal vera undir húsinum. Hetta er, sum sagt enn ein verkætlan, sum legst til Miðbýin, umframt Hotellið, og eisini er onkur onnur í stoypiskeiðini.

Ein spennandi, týdningarmikil og umráðandi brikkur í miðbýnum og Klaksvík!

Lýsing
Seinastu tíðindini
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Loysigjaldið er undir milliónina
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum