Lýsing
Lýsing
Lýsing

Støddfrøði í kroppin - í 1.a

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  20.09.2024 - 12:28 Myndarøð Tíðindi

Rokning er fakta og hevur eittans rætt úrslit. Onkur kann halda, at rætta úrslitið átti at verið eyðsýnt fyri ein og hvønn, men tað er tó ikki ein sjálvfylgja at skilja alt, og onkuntíð er tørvur á hjálparamboðum ella øðrvísi arbeiðshættum fyri at skilja.

 

Fyri at fata tøl og mongdir, so hevur tað týdning fyri fleiri at hava ítøkiligar lutir í hondunum og millum fingrarnar. Í hesum føri hava næmingarnir í 1.a talt og vekslað ítøkiligar krónumyntir.  Teir hava havt 20 krónumyntir, 10 krónumyntir, 5 krónumyntir, 2 krónumyntir og 1 krónumyntir á hondunum og roknað aftur og fram við hesum krónumyntunum.

Hjá onkrum hjálpir tað at hugsa í krónum, 2-krónum, 5-krónum, 10-krónum og so víðari, tá roknað verður, tí hetta verður jú brúkt í verki, men hevur tú ikki fingið hesa vitanina kropsliggjørda við at hava krónurnar á hondunum og keypa fyri tær, so kann tað vera trupult at skilja rokningina.

Í dag hava børn ikki pengar á hondunum í sama mun sum fyrr, og tí kann tað vera torført hjá fleiri at leggja saman, taka frá, falda og deila. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð at brúka, síggja og føla ymsu krónumyntirnar, tá roknað verður.

Sum tit síggja á myndunum, so hava næmingarnir í 1.a lært seg at talt pengar, lagt saman, taka frá, veksla pengar og skriva upphæddirnar pent í heftið. Teir hava følt og havt myntirnar á hondunum og sett virði í teimum í samband við vørur og kostnað í gerandisdegnum.

Við at síggja, føla, telja, rokna og skriva eru tey í gongd við at tilogna sær ein kapital, sum kroppurin goymir, og sum tey so altíð kunnu finna fram aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Loysigjaldið er undir milliónina
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum