Lýsing
Lýsing
Lýsing
Akamine Jun, sum er Ph. D. og professari í fólkalívsfrøði við lærda háskúlan í Tokyo, Hitotsubashi - Borgarstjórin, Karl H. Johansen - David G. Anderson, professari í fólkalívsfrøði við King´s College í Aberdeen. | Mynd: Dávur Winther

Borgarstjórin forkunnuga vitjan

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  18.07.2024 - 11:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Mánadagin í vikuni hitti borgarstjórin, Karl H. Johansen tveir fólkalívsfrøðingar - Annar úr Tokyo og hin úr Aberdeen, sum vildu vita meir um grind, rakstur, merking, skifti og annað. Frægari mann, enn júst borgarstjóran at greiða frá hesum, skalt tú leita leingi eftir.

Talan var um Akamine Jun, sum er Ph. D. og professari í fólkalívsfrøði við lærda háskúlan í Tokyo, Hitotsubashi, sum serliga hevur lagt seg eftir at kanna og lýsa hvussu hvalir, springarar – størri súgdjór úr havinum verða tikin til rættis.

Saman við Jun var David G. Anderson, professari í fólkalívsfrøði við King´s College í Aberdeen. Hann er eisini formaður fyri bólki á fróðskaparsetrinum har, ið kannar fólkalívsfrøði í Norðurlondum. M.a. hevur David kannað nógv reindjórahald í Noregi, Svøríki og Sebiria, og hvussu tað kemur til høldar har.

Greitt varð frá grindarakstri, uppgávuni hjá grindaformonnunum og hjá sýslumanninum, um drápi og hvussu hetta seinnu árini er skipað enn betri – Tú skal hava serligt drápsloyvi, varð greitt frá -  ”License to kill”, fyri at sleppa at brúka mønustingaran og annars skera á háls.

Um hvussu grindin verður merkt og nøgdin tald upp í skinnum, sum síðani er grundarlagið hjá sýslumanninum at kunna skifta ella býta grindina í bæði dráps- og heimapartar.

Tá ið tað, sum við seinastu grindina í Hvannasundi varð so nógv grind, at hon tá eisini verður býtt til Klaksvíkar og bygdir í Eysturoynni.

Teir fingu at vita um skipanina við grindalistum og býtið í heimapartar, sum oftani bóru nøvnini á bátum, s.s. ”Samognin, Høgni” o.a. Síðani hevur formaðurin á hesum ”bátinum” ábyrgdina av at fáa býtt tann partin, teimum var lutaður, rætt og væl til øll, sum standa á listanum.

- Jú, nógv var at greiða frá og skrviaðu forvitnu gestirnir dúgliga niður. Eisini sluppu teir at síggja merkingarstongina, hvala- og tann minna springarastingaran og nýggja sóknarongulin við kúlu, sum verður settur niður í blástrið.

Teir hildu at alt kring grind var sera væl skipað og serliga at býtið var ógvuliga rættvíst og ”sosialt”.

Fornminnasavnið

Vitjanin var staðsett á Norðoya Fornminnasavni, har Helena Klein Sundsskarð, forkvinna í stýrinum fyri Norðoya Fornminnafelag og Andras Sólstein, savnsvørður tóku ímóti.

Andras greiddi væl frá, og er nógv at fara um inni á savninum við nýggju roykstovuni og glasstovuni, har eru settar upp. Men hetta hugtók eisini gestirnar nógv, tí frásøgnin og lutirnir lýsa so væl, hvussu vit hava livað her á klettunum í øldir – júst teirra áhugamál sum fólkalívsfrøðingar.

Eisini hugtók báturin, sum stendur har, nógv, og eru óendaligar søgur at siga frá um hann. Í bátinum vóru fleiri lutir, sum vórðu brúktir í sambandi við grind, sum í dag ikki eru loyvdir.

Eftir frásagnirnar beyð Helena til eitt annarleiðis og spennandi ábit frá Kafé Fríðu við grindabürgara, turrari grind, kókaðari grind og turrsaltaðum spiki. Eisini var annað gott á borðseðlinum, sum Jákupskel og lættari handbitar.

Gestirnir hildu seg ikki aftur og kanska serliga Jun, dámdi avbera væl grind og spik, sum hann rættiliga tók til sín.

Christian í Grótinum

Frøtt er høvur av mettum maga, plagar at verða sagt. Gestirnir takkaðu fyri tann frálíka og annarleiðis matin, men sanniliga eisini ta serligu fólkalívsfrøðiligu føðina, teir høvdu fingið.

So bukkaðu teir djúpt, sum japanar gera, tá ið teir tóku í hondina á borgarstjóranum og takkaðu fyri frálíku løtuna á Norðoya Fornminnsavni, áðrenn leiðin lá oman á Christian í Grótinum, sum lá við bryggju beint niðanfyri.

Umborð tók Jan Petersen, stjóri ímóti og vísti fram hesa stásiligu snekkju, sum kom til Klaksvíkar í 2022. Eitt fantastisk skip í skapi, stødd, førleikum og við alkyns útgerð.

Vit byrjaðu á brúnni, har Jan greiddi hegnisliga og ræði frá, hvat skipið kann, hvar, nær og hvat teir fiska. Ikki minst hvussu alneyðugt tað er fyri teir, at halda aðalmálið um bestu góðsku á týðandi vøruni, sum verður førd til lands.

Skipið lastar heili 3.500 tons, og verður fiskurin køldur niður til 0 gradir so skjótt sum gjørligt. Bert í kølingiini verður nógv orka nýtt. Eisini framleiðir skipið í summum førum vatn úr sjógvi, tí onkur fiskasløg skulu goymast í vatni og ikki sjógvi.

Nógv prát um at fáa alt til høldar og at fara so væl við og um fiskin, sum til ber. Eisini hvar, ið teir fiska – alt í mun til hvar fiskurin er og hvussu fiskurin gongur.

Síðani varð farið um alt skipið og endaðu vit niðri í maskinrúminum, har teir umvældu gearið.

Jú, her var nóg hugtakandi at síggja og hoyra um, og enn einaferð høvdu gestirnir, Jun og David nógv at spyrja um.

Taiji

Akamine Jun, sum kennir væl og vitjar ofta og títt í vinarbýnum hjá Klaksvík, Taiji, hevði eina heilsan við frá borgarstjóranum í Taiji til borgarstjóran í Klaksvík. (Taiji er kendur ”hvalabýur” í Japan) Tí heilsaði Jun, tá ið teir báðir, David fóru avstaðaftur: ”Vit síggjast í Japan”.

Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer.

Tveir áhugaverdir menn, sum høvdu nógv áhugavert at siga frá, men høvdu sanniliga eisini nógv at spyrja um, tí alt sum gongur fyri seg her í Føroyum, er so annarleiðis – eins og oyggjarnar og landið er so vakurt, hildu teir fyri og takkaðu fyri gestablídni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…
Alexandra á Dul vitjar í Norð­lýsinum
Tøkk - Jógvan Tróndheim
Steintór lesur søgu í morgunsanginum
Jóla­konsertin – Gøtu Kirkju Ungdómskór s…
Tøkk - Hans Sylviam Jacobsen