Lýsing
Lýsing
Lýsing
Apropos vald aftanfyri valdið: Sambandsflokkurin fekk meira enn breiðar semjur og er endaður við at gerast stjórnarberandi flokkur, tí samgongan ikki altíð fær talt upp í tey 18, sum hon annars mynstraði í 2022

Stýrir Sambandsflokkurin í veruleikanum landinum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2024 - 14:00 Leiðarin Politikkur

Sambandsflokkurin er ikki í Landsstýrinum, men hevur størri ávirkan á stórmálini enn fleiri av landsstýrisfólkunum hava. Stórmál koma einans ígjøgnum við Sambandsfloksins stuðuli, tí hóast samgonguflokkarnir tilsamans hava 18 tingfólk, so standa hesi 18 ikki aftanfyri førda politikkin hjá Føroya Landsstýri. Av stórmálum koma bert tey ígjøgnum, sum Sambandsflokkurin vil. Og vit síggja dømi um, at rýmir Sambandsflokkurin saman við restini av andstøðuni av fundi, er samgongan ikki viðtøkufør og tí lamin.

 

 

Lat fara við, at Bjarni Kárason Petersen ikki hevur undirtøku fyri sínum máli um fosturtøku. Tað var eitt sonevnt etiskt mál, og har høvdu flokkarnir frammanundan fríttstillað tinglimirnar, og landsstýrismaðurin hevði valt ikki tryggja sær undirtøku frammanundan, og tá kann slíkt henda.

Men so eru tað øll hini málini. Í stórmálinum um gongd í haga er Sambandsflokkurin farin inn og hevur gjørt/góðtikið 26 broytingar sín veg í mun til, hvat landsstýrismaðurin vildi. Hevði hetta málið fallið, so hevði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, púrasta mist andlit, tí hetta er málið, sum hevur fylt mest alla tingsetuna. So her kann ein siga, at Sambandsflokkurin bjargaði samgonguni.

Síðani tók Sambandsflokkurin Bjarna K. Petersen, ið er ímóti at fáa fleiri vakmyndatól, av ræði. Eitt sindur óvæntað fekk hann sum andstøðuflokkur – tí als ongin í samgonguni var við til seta uppskotið fram – sítt uppskot til samtyktar samtykt, og tað hevur nú forpliktað landsstýrismannin til at arbeiða við nøkrum sum hann, hansara flokkur, og helst eisini hansara veljarar, eru ímóti. Samgonguflokkurin Framsókn má boyggja seg fyri andstøðuflokkinum Sambandsflokkinum.

Tað næst-mest umrødda málið (eftir gongd í haga) man hava verið tað um tøkugjøldini í alivinnuni. Har er tað nú samtykt, gamaní enn bara við 2. viðgerð, at loft skal leggjast á tøkugjaldið/avgjaldsprosentið upp á 7,5%. Hetta er ikki nakað kompromis við samgonguna, men júst sama tal, sum Sambandsflokkurin í oktober 2023 í miðlunum boðaði frá, at hann ynskti. So eisini her hevur Landsstýrið bakkað og Sambandsflokkurin fingið sín vilja.

Og sum rosinuna í pylsuendanum upplivdu vit fríggjadagin 17. mai, at samgongan ikki megnaði at manna lið. Hóast 18 fólk á dómaraseðlanum vóru einans 14 møtt upp til dystin. Tey 4 samgongutingfólkini, sum ikki møttu til arbeiðis, høvdu valt ikki at kalla varafólk inn fyri seg. Kanska tað bara var tí, at tey ikki untu varafólkunum lønina fyri tann tingfundin, men tað kann eisini hugsast, at tey vóru bangin fyri, hvussu varafólkini kundu finna uppá at atkvøða.

Helgi Abrahamsen gjørdi sína sterku misnøgd greiða á røðarapallinum, og so útvandraði hann í protest saman við restini av andstøðuni við tí úrsliti, at eftirsitandi samgongutingfólkini ikki vóru viðtøkufør. Landsstýriskvinnan Ingilín Didriksen Strøm, sum átti uppskotið um elveitingarlógina, hevði ikki gjørt sum Høgni Hoydal og leitað sær stuðul frá Sambandsflokkinum, og tí bleiv málið heilt einfalt ikki avgreitt. Og her ber ikki til at skjóta seg undir, at tað er eitt etiskt mál.

Tað er greitt, at her er meira misnøgd innanhýsis í samgonguflokkunum, enn hvat forfólkini vilja viðganga alment. Meðan greiðar ábendingar eru um, at vit de facto hava eina minnilutastjórn, sum dúvar uppá ein stuðulsflokk frá máli til mál. Akkurát tað er onki óhoyrt, og minnilutastjórnir kenna vit úr mongum øðrum londum. Men har hava stjórnirnar undirtøku í egnum rekkjum. Í Føroyum hava vit á papírinum eina meirilutastjórn, men í veruleikanum ikki, tí Landsstýrið ikki kann rokna við sínum egnu tingfólkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loysigjaldið er undir milliónina
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur
Sjálvstýri við 8 valevnum til kommunuval…
Fíggjar­lógin 2025 við Norð­oyabrillum
Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Se…