Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yvirhøvur vátt og grátt veður í vikuskiftinum. Ikki tann heilt nógvi vindurin, upp í 13 m/s onkra løtu. Ættin landnyrðingur ella eystan alt vikuskiftið. | Mynd: Jóannes Poulsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.11.2023 - 11:57 Eldri tíðindi Tíðindi Veðrið

Ættin hevur ligið um eystan ella av landnyrðing í meiri enn eina viku. Tað fer hon hon eisini í vikuskiftinum. Luftin kemur av leiðunum í Mið- og Norðurnoregi. Har er hitalagið um tað sama, sum tað er hjá okkum.

Yvirhøvur er talan um óstøðuga og mettaða luft, so vit skulu ikki vænta at síggja nógv blátt loft.

Í dag kemur hann av landnyrðingi, vindferðin liggur um 5 til 10 m/s, loftið er samdrigið og okkurt ælið er í støðum. Seinnapartin fer vindurin at minka eitt sindur, niður í 3 til 8 m/s. Seint í kvøld veksur vindurin upp í 8 til 13 m/s, tað verður samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin í dag um 4 til 8 stig. 

Í morgin er aftur landnyrðingur, vindferðin 5 til 10 m/s, tað er skýggjað og regn. Út á dagin hálvskýggjað og ælaveður. Hitin í morgin 6 til 9 stig.

Sunnudagin fer hann at mala av ymsum ættum, skiftandi vindferð, fer í løtum upp í 10 m/s. Loftið verður skýggjað, og tað regnar. Seinnapartin fer hann í eystan, vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s, loftið smáskýggjað og ælaveður. Um kvøldið og náttina minkandi niður í eitt frískt lot, minni enn 5 m/s. Hitin sunnudagin 6 til 10 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival