Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heri Elttør: Eitt minni um Langubrekku

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.01.2019 - 11:54 Eldri tíðindi Tíðindi

Fyri smádreingir var langubrekka øgilig og her skrivar Heri Eltør um einaferðina tá kendur fimleikarlærari sendi hann av stað frá ovastu rók

Úr greinasavninum 06.10.2006 - 10:09:

Heri Eltør skrivar:
Ikki kann eg siga, at eg var nakað góður til at standa á skífjølini og í Langubrekku kom eg ikki vanligt - men eitt minnið situr fast enn í dag, so tá ið eg sá myndina av gravkúgvini grópa í Langubrekku, kom barndómsmyndin fram fyri meg.

Ein góðan kavadag í 10.klassa, kundi Magnus Mikkalsen ikki annað enn halda sítt lyftið!
Men ein tíma fimleik, hvar ein skuldi ganga úr skúlanum á Ziskatrø við skífjøl á nakkanum, heilt niðan á Langubrekku - tað gevur seg sjálvt - túranir blivu ikki fleiri!!

Nokk tí situr minnið so væl í lítla "harddiskinum"
Nú stóð eg har uppi á brekkuni - hevði "sparka" mínar stúvlar inní reimuna á skífjølini (gamla slagi) - men hvat, eg helt brekkan var ov long og hallið var ov mikið, til mín.
Soleiðis stóð eg og bað bara hinar fara fyrst - eg mátti taka mót til mín, eg kundi jú ikki verða seinastur, tí so vildu allir hinir hyggja eftir mær

Hvussu var og ikki, so var endin at eg stóð síðstur á brekkuni - men hetta var ikki tað ringasta (í mínum hugaheimið).

Sjálvur Magnus Mikkelsen hevði togað seg niðan brekkuna - uttan skífjøl og í svørtum tufflum!
Við eitt-vekk tekur Magnus í meg og sigur:
"Eg gengið f..... ikki oman aftur í tufflunum, so eg standi bara aftan fyri teg uppiá tínum skíum!"

HVAT EG TÁ SÁ FYRI MÆR, SKAL IKKI SIGAST HER....
Men trúgv mær, sjálvt um óttin fyri grótgarðinum, hegni oa. stóð heilt klárt í mínum huga, so fuku vit allan vegin oman brekkuna - INNTIL, eg skuldi venda! Eg dróg høgru skíðu uppá tvørs (uttan avtalu við Magnus)

Úrslitið varð hareftir. Magnus fór endalengur "fyri bakka" í eina kávafonn og eg - ja hví halda tit eg kom á hugs um skíferðina, tá ið eg sá gravmaskinuna á myndini?

Eg vil bert siga: "Gott Magnus hevði svartar tufflir - rímuliga nemt at finna í kávanum (ið enn lá eftir í brekkuni)!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival