Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sáttmáli undirskrivaður um byggibúgving fyri nýggju lívfiskastøðina í Skálavík

SKRIVAÐ: Bakkafrost  |  05.11.2020 - 22:19 Tíðindaskriv Vinna

Nýggja lívfiskastøðin skal savna virksemið, sum í dag er við Áir og í Skopun

Sum liður í felagsins strategi at ala og framleiða størri nøgdir av føroyskum laksi á burðardyggan hátt, hevur Bakkafrost í dag skrivað undir sáttmála við J&K Petersen um byggibúgving fyri nýggju lívfiskastøðina í Skálavík. Arbeiðið fevnir um grevstur og útfylling.

Bakkafrost hevur síðani 2017 arbeitt við at menna og kynbøta føroysku laksastammuna. Málið er, at øll rognaframleiðsla hjá Bakkafrost skal vera undan føroyskum laksi í 2022. Kynbótaarbeiðið hevur gingið væl, og Lívfiskadeildin hevur framleitt væl omanfyri 1.000 føroyskar laksafamiljur. Á Lívfiskadeildini kanna tey í løtuni mótstøðuførið hjá føroyska laksinum mótvegis ymiskum sjúkum. Eisini verður hugt at vøkstri og dygd.

Sum liður í menningini á lívfiskaøkinum er ætlanin at savna alt virksemið, sum í løtuni er á lívfiskastøðunum  ávikavist í Skopun og við Áir. Nýggj lívfiskastøð skal byggjast í Skálavík, og í januar varð vegurin til nýggju lívfiskastøðina handaður Skálavíkar kommunu. Farið verður nú undir næsta byggistigi í verkætlanini, sum er at gera økið byggiklárt. Væntandi verður arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina boðið út seinni í vetur.

Lívfiskur er serliga viðbrekin, og miðað verður ímóti at verja hann móti smittu. Tí er tað skilagott at leggja lívfiskavirksemi burtur frá aðrari aling. Hetta saman við góðu møguleikunum at fáa hendur á feskum vatni hevur gjørt, at avgerð varð tikin um at staðseta nýggju lívfiskastøðina í Skálavík.

Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrost í Føroyum og ein part av virkseminum hjá The Scottish Salmon Company í Skotlandi, sum Bakkafrost eigur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival