Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leivur stinnasti serfrøðingurin

SKRIVAÐ: FSF  |  02.11.2017 - 16:55 Eldri tíðindi

- Tað er altíð stuttligt at vinna, næstan líkamikið hvørjum tað er ímóti. Men at vinna á tveimum so klókum monum sum Tróndi Arge og Jákupi Ósá er einki minnið enn fantastiskt, sigur ein stórsmílandi Leivur Frederiksen, tá honum verður ynskt tillukku við ”sigrinum”.

Annað árið á rað gjørdist tað Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpi Føroya, ið fór avstað við heiðurinum sum besti tipparin á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hinir í kappingini vóru tveir aðrir navnframir harrar í føroyska miðla- og fótbóltsheiminum, Jákup Ósá frá Norðlýsinum, og Tróndur Arge úr Miðlahúsinum.

Meðan kappingin í EFFO-deildini hevur verið spæld, hava teir tríggir dúgliga mett um og tippa dystirnar, og tá avtornaði gjørdist kringvarpsmaðurin nummar 1 við 68 stigum, Tróndur Arge fekk 66 stig, meðan ítróttarskrivarin á Norlýsinum, ið annars vann henda heiður í 2013, 2014 og í 2015, endaði á triðja plássi við 64 stigum.

Áðrenn kappingin fór í gongd, skuldu teir tríggir meta um, hvussu teir væntaðu at stigatalvan í fremstu deildini hjá monnum fór at síggja út aftaná 27 umfør. Og sum tann einasti, so setti Leivur Frederiksen Viking at enda nummar 1, meðan Tróndur Arge væntaði at føroyameistararnir fóru at verða drúgir, men ikki líka drúgvir sum KÍ, sum hann væntaði fór at gerast nummar 1.

Hinvegin er ídni og nærlagdi fótbóltsskrivarin og -viðmerkjarin í Klaksvík, Jákup Ósá, eitt gott prógv uppá, at sjálvt teir bestu, ella teir, ið teljast millum teir bestu, kunnu taka feil. Undan kappingarárinum 2017 metti ítróttarskrivarin á Norðlýsinum nevniliga, at Víkingur fór at enda á 5. plássi í EFFO-deildini.

- Eg haldi ikki, at tað hevur verið so torført at meta um úrslitini fyrr. Í ár var munurin minni millum tey ovaru liðini og tey niðaru, og tað sóu vit aftur í úrslitunum, har tey niðaru ofta tóku stig frá teimum ovaru. Hetta sæst eisini aftur á stigatalvuni.

- Í ár vóru 24 stig millum føroyameistaran og nummar níggju. Í fjør vóru 43 stig á muni. Tað er bara gott fyri okkum sum fylgja við føroyskum fótbólti, tí tað ger, at spenningur er um næstan allar dystirnar, sigur Leivur Frederiksen við heimasíðuna hjá FSF.

Soleiðis varð mett áðrenn kappingina

Leivur Frederiksen

1. Víkingur

2. NSÍ

3. KÍ

4. B36

5. HB

6. ÍF

7. Skála

8. TB/FCS/Royn

9. 07 Vestur

10. EB/Streymur


Tróndur Arge

1. KÍ

2. Víkingur

3. NSÍ

4. B36

5. HB

6. Skála

7. ÍF

8. 07 Vestur

9. EB/Streymur

10. TB/FCS/Royn


Jákup Ósá

1. B36

2. NSÍ

3. KÍ

4. HB

5. Víkingur

6. ÍF

7. Skála

8. EB/Streymur

9. TB/FCS/Royn

10. 07 Vestur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival