Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsapotekarin heldur fast um avgerð at nokta innlit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.02.2018 - 12:51 Politikkur Tíðindi Vinna

Í brævið til Norðlýsið tann 22. januar í ár ger Landsapotekarin greitt, at hóast niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni og vitandi um kunngerð hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum, heldur hann fast við at nýtslan av evnafrøðiligum evnum framvegis er eitt mál millum Apotelksverkið og alivinnuna. Talan er um eitt mál sum er millum Apoteksverkið og viðskiftafólk hjá Apoteksverkinum, sum almenningurin tí ikki fær innlit í.

- Eg havi ikki broytt meining og vil tískil ikki útvega nakrar upplýsingar um nøgd av heilivági útflýggja á spesifikka lokatión hjá okkara viðskiftafólkum. Tygum hava fingið upplýsingar um samlaða nýtslu hjá alifyritøkum tilskila samla nøgd av heilivágssløgum. Nýggja kunngerðin áleggur ikki apotekinum at útvega nakrar upplýsingar um okkara útflýggja á einkulta aliøki og nummar á ringu, skrivar Hjalti Gunnarstein, Landsapotekari m.a.

Heilsumálaráðið noktaði eisini at fylgja áheitan frá Løgtingsins Umboðsmanni, við tí grundgeving at alivinnan, sæmbært alivinnuni sjálvari, kundi verða fyri fíggjarligum tapi um almenningurin fekk innlit í hvussu stórar nøgdir av evnafrøðiligum evnum tey einstøku alibrúkini høvdu latið út í einstøku føroysku firðirnar.

Landstýriskvinnan í Heilsumálum, Sirið Steenberg hevur verið fult kunnað um málstilgondina eins og almenningurin seinastu trý árini, men hevur ikki rætt hond frá síðu, hóast vallyftir um fult gjøgnumskygni o.so.fr….

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival