Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
Vit tosa um, hvat samfelagið skal geva okkum. Men veruleikin er einfaldur: virðini mugu skapast, áðrenn tey kunnu býtast út.
Eitt sterkt vinnulív er grundarlagið undir búskaparligum vøkstri og vælferð.
Kortini síggja vit ofta, at karmarnir gerast tyngri. Tungar reglur, avgjøld og óvissa økja um váðan, og tað ger tað torførari at reka vinnu og skapa arbeiðspláss.
Tørvurin á arbeiðsmegi er eitt tekin um virksemi og vøkstur. Samstundis setur tað krøv til okkum. Vit mugu hava eina lóggávu á útlendingaøkinum, sum er greið og virkar í veruleikanum. Tað nyttar ikki at byrja í skeiva endanum og gera tað torførari hjá vinnuni at fáa fólk.
Vit kappast ikki bara við hvør annan, men við allan heimin.
Bústaðarmarknaðurin er eitt annað dømi um ein ójavna, sum vit mugu taka í álvara.
Prísirnir eru vorðnir so høgir, at nógv hava ilt við at sleppa inn á marknaðin, hóast tey arbeiða hart. Tað er ikki haldbært. Orsøkin er fyrst og fremst, at vit hava ov fáar bústaðir.
Tí er loysnin greið: vit mugu byggja meira.
Ein málrættað ætlan um at fáa 2.000 nýggjar bústaðir komandi fimm árini, styttar viðgerðartíðir og betri karmar fyri bæði almenna og privata bygging er ein fortreyt fyri at fáa ein meira javnvigaðan marknað.
Samstundis skulu vit hava eina greiða kós, tá tað snýr seg um avgjøld.
Vit kunnu ikki halda fram at leggja fleiri og hækkandi avgjøld á fólk og vinnu og samstundis vænta, at tað verður lættari at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ein avgjaldssteðgur er neyðugur, og kringvarpsgjaldið eigur at verða endurskoðað.
Fyri meg er tað eisini avgerandi og eitt av mínum hjartamálum, at børn og familjur við serligum tørvi fáa hjálp í røttum tíma. Ongin skal standa og bíða, meðan gerandisdagurin gerst tyngri og tyngri. Skipanirnar mugu taka støði í veruliga lívinum hjá fólki.
Samstundis mugu vit hava álit á familjunum sjálvum.
Familjur eru ymiskar, og tørvurin er ymiskur. Tí eigur tað eisini at vera rúm fyri, at familjur í størri mun kunnu leggja sín egna gerandisdag til rættis á ein hátt, sum riggar hjá teimum.
Tað snýr seg í síðsta enda um okkum menniskju. Um at skapa eitt samfelag, har tað er lættari at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Rannvá Isaksen, Fólkaflokkurin